Eru í ferð við at venda avlopið til hall

16. januar 2019



”Vit hava vent halli til avlop.” Tey orðini hava ofta rungað, tá sitandi landsstýri hevur tosað um fíggjarlógirnar, sum hava verið lagdar fram í hesum valskeiðinum.

 

Men seinastu tíðina eru tey farin at siga, hvussu stórt avlopið hevur verið tilsamans í hesum valskeiðinum, og tað er ikki uttan grund. Avlopið er nevniliga minkað aftur við fleiri hundrað milliónum krónum, hóast tað ongantíð hava verið so nógv fólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum sum nú, og inntøkurnar hjá landskassanum seta met.

 

Stríddu okkum úr kreppuni

Fyrstu árini eftir at fíggjarkreppan rakti stóran part av heiminum í 2008, var undirskotið hjá landskassanum stórt. Inntøkurnar sviku, og landsstýrið sum kom til í september 2008 mátti velja ímillum at smekka bremsurnar í við uppsøgnum og verri tænastum, ella at taka nøkur ár við undirskoti. Tann seinna loysnin varð vald, og tað haldi eg var skilagott.

 

Men vit kundu sjálvsagt ikki hava undirskot í óavmarkaða tíð, og tí varð ein ætlan løgd um at minka undirskotið burtur aftur eftir nøkrum árum. Hetta eydnaðist somikið væl, at seinasta árið í farna valskeiðinum var undirskotið komið niður á 83 mió. krónur, hóast landsstýrið sum tók við í september hetta árið framskundaði onkrar útreiðslur.

 

 

Gongdin vendi aftur í 2018

Góða gongdin helt fram inní hetta valskeiðið, og í 2017 var avlopið heilt uppi á 563 mió. krónum. Men so kom vend aftur í. Hóast tíðirnar framvegis eru sera góðar, og pengarnir streyma inn í landskassan, so sær út til at avlopið í 2018 fer at liggja niðanfyri 300 mió. krónur. Tað er aftaná at landskassin hevur fingið 642 mió. krónur í blokkstuðli og góðar 300 mió. krónur í forskatti av pensjónum (nakað sum sambært Kristinu Háfoss als ikki eigur at verða talt við í úrslitinum). Ella sagt við øðrum orðum: Uttan forskatting av pensjónum var einki avlop í 2018.

 

So tá sagt verður, at sitandi landsstýri hevur vent undirskoti til avlop, so merkir tað ikki annað enn, at tey sótu við landsins leiðslu, tá uppgongdin, sum hevði vart í fleiri ár, fór uppum nullpunktið. Gongdin vendi frá afturgong til framgongd í 2010, og gongdin vendi aftur frá framgongd til afturgongd í 2018.

 

Helgi Abrahamsen

 

 

 


RN


Aftur