Fíggingarstovnar mugu taka ábyrgd, hvat viðvíkur bústaðarfígging

18. januar 2019



Eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg í dag hoyrdi stjóran í Betri Banka úttala seg um, at Betri Banki er til reiðar at fíggja sosialar íbúðir, um kommunan byggir, eigur og rekur.

 

Eg fari ikki at ganga við til, at vit sum kommuna fara at vera byggiharrar og útleigarar - vit umsita skattaborgarans pening og reka ikki útleiguvirksemi.

 

Vit skulu loysa tær uppgávur, sum eru reint kommunalar, so sum skúlar, barnagarðar og ikki minst eldraøkið, vegakervið o.s.fr.

 

Nú mugu bankanir taka ábyrgd, hendan útsøgnin er ein fallitterklering til tað privatu vinnuna, at siga, at vit fíggja bara kommunur og tað almenna.

 

Hví skal tað almenna taka sær av øllum - hetta at byggja, eiga og leiga liggur í mínari verð betri hjá teimum privatu aktørum.

 

Tað almenna eigur at hava íbúðarstuðul til teir fíggjarliga veiku familjurnar, men er tað har skógvurin trykkir, tá vit tosað um sosialar leiguíbúðir. Til tann brádliga íkomana íbúðartroti, grundað á tann postivu og góðu gongdina við okkara fólkavøkstri, hevði hesar treytir verið kærkomnar til teir privatu aktørarnar.

 

Hendan útsøgnin frá stjóranum í Betri Banka harmar meg almikið og er eitt misálit á privata vinnulívið.

 

Eg fari at heita á Betri Banka um geva tí privatu vinnuni somu sømdir.

 

Eg taki ikki undir við, at Tórshavnar Kommuna fer at reka entreprenørvirksemi ella útleiguvirksemi.

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


RN


Aftur