Ársveitslan hjá Sambandsflokkinum

21. januar 2019


9. mars, kl. 19.00 - nu er klárt at melda seg til


Sambandsflokkurin skipar fyri ársveitslu, leygarkvøldið 9. mars 2019, kl. 19.00 - sama dag, sum Landsfundurin verður hildin.

 

Veitslan verður hildin á Hotel Hafnia.

 

Matskrá verður við 3 rættum, íroknað drykkivørur.

 

 

Undirhald verður til veitsluna.

 

Kostnaðurin er 200 kr. fyri hvønn, og peningurin verður at flyta á konto í Bank Nordik, reg.nr. 6460 - kontonr. 548.652.3, og viðmerkjast skal Fornavn og Eftirnavn.

 

Freistin at tekna seg er týsdagin 26. februar 2019.

 

Um fólk ynskja tað, kann leigast kamar, við morgunmati. Ringjast skal til Hotel Hafnia, tlf. 313233, og viðmerkjast skal, at talan er um ársveitslu hjá Sambandsflokkinum.

 

Møguligir spurningar kunnu svarast við at venda sær til skrivstovuna, tlf. 312492.

 

Vinarliga

 

Sambandsflokkurin

 



Aftur