Tilbúgvingar- og náttúrugjald á ferðafólk

24. januar 2019



Nú ferðavinnan loksins tekur seg upp í Føroyum og tað sær út til, at hon kann gerast eitt av beinunum, sum vit skulu standa á, stinga seg eisini aðrar avbjóðingar upp. Hetta hava vit tíverri sæð nøkur ræðandi dømi um seinastu vikurnar.

 

Avbjóðingar fylgja við ferðafólkunum

Ein av avbjóðingunum, sum hevur tikið seg upp eru tey fólkini, sum koma illa fyri á ferð í vøkru náttúru okkara. Tíverri hava vit longu havt álvarsligar vanlukkur við syndarligum avleiðingum, men enn fleiri óhapp eru endaði toluliga væl, ikki minst tí, at sjálvbodnu bjargingarfeløgini hjá okkum, verið tað seg á landi ella sjógvi, hava, saman við dugnaligu tyrlumanningunum, loyst fólkini úr neyðini, tey eru komin í.

 

Hetta er tíbetur ein tilbúgving, vit sum samfelag hava tøka til øll okkum, sum eru í landinum, líkamikið um tað er sum fastbúgvandi ella ferðafólk. Slík tilbúgving er ikki ókeypis, og givið er, at so hvørt sum ferðavinnan rættiliga ferð at taka seg upp, so verður trýstið á tilbúgvingina og bjargingarfólk okkara enn størri.

 

Eisini fer økta talið av ferðafólkum at økja trýstið á náttúruna og vit hoyra longu nú um, at tað hevur verið neyðugt at seta avmarkingar á ferðingina í náttúruni. Nógv munnu tey vera, sum á ferð í fjøllunum ella á ferð millum bygdir eftir bygdagøtunum hava varnast, at eitt nú bygdagøturnar eru illa farnar og treingja til eina bøtandi hond.

 

Eiga at áseta eitt náttúru og tilbúgvingargjald  fyri hvønn vitjandi útlending

Ein háttur at fingið fígging til vega, til bæði økta tørvin á tilbúgving og til átøk at bøta um náttúruna, har hon er fyri stórum trýsti, kundi verið, at ferðafólk, sum koma til landið rinda ein lítlan náttúru- og tilbúgvingarskatt. Peningurin, sum kemur inn kann so fara partvíst til bjargingarfeløgini, so tey kunnu hava bestu tól til bjarging og ein annar partur kann fara at bøta um eitt nú bygdagøturnar ella annað, ið farið er, av stóra trýstinum, sum er á náttúruna. 

 

Eitt slíkt  gjald nýtist ikki at vera ein ovurhonds stór upphædd, men bara fáar 10 krónur høvdu hjálpt væl og høvdu munað ógvuliga væl hjá røsku bjargingarfeløgunum og høvdu uttan iva eisini gjørt góðan mun á fleiri bygdagøtum. 

 

Hetta eru pengar, sum skulu nýtast lokalt, so tí kundi tað til dømis verið umsitið av kommunum, eitt nú kommunufelagnum, ið hevði syrgt fyri, at tað kom til hjálpar har, sum tørvurin er størstur. 

 

Hetta er tilbúgving, vit sum samfelag hava tøka til øll okkum, sum eru í landinum, líkamikið um tað er sum fastbúgvandi ella ferðafólk. Slík tilbúgving er ikki ókeypis, og givið er, at so hvørt sum ferðavinnan rættiliga ferð at taka seg upp, so verður trýstið á tilbúgvingina og bjargingarfólk okkara enn størri.

 

Eisini fer økta talið av ferðafólkum at økja trýstið á náttúruna og vit hoyra longu nú um, at tað hevur verið neyðugt at seta avmarkingar á ferðingina í náttúruni. Nógv munnu tey vera, sum á ferð í fjøllunum ella á ferð millum bygdir eftir bygdagøtunum hava varnast, at eitt nú bygdagøturnar eru illa farnar og treingja til eina bøtandi hond.

 

100 % fevnandi persóntrygging eigur eisini  at verða eitt standardkrav

Skal man hava innferðarloyvið til t.d. Rusland, Kina og USA og  krevst áðrenn tú fær visum at tú kann skjalprógvað at tú hevur 100% dekkandi ferðatrygging um tú skuldi havt hjálp fyri neyðini á tini vitjan ella kom út fyri vanlukku.

 

Hesa eiga vit eisini at tryggja at okkara vitjandi hava soleiðis at tey kunnu gjalda fyri veiting i samband við bjargnigarátøk, tað er ikki rimiligt at tað skal verða føroyski skattgjaldarin sum fær rokningina tá  bjarging fer framm.

 

Hesi eri einføld uppskot, ið kunnu gera stóran mun.

 

Johan Dahl


RN


Aftur