Bárður spyr um meirnýtslu og fallandi yvirskot hjá landskassanum

12. februar 2019


Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 13. februar at seta Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein munnligan fyrispurning um meirnýtslu og fallandi yvirskot hjá landskassanum


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hví hevur landsstýriskvinnan onki gjørt fyri at steðga ótálmaðu nýtsluni av almennum pengum, nú tað kann staðfestast at fari er útum fleiri játtanir á fíggjarlógini?

 

2. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera fyri at rætta skeivu gongdina í úrslitinum hjá landskassanum, ið er farið niður í ein triðing eftir einum ári?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, at hóast hópin av ávaringum um manglandi stýring av almenna búskapinum og fleiri áheitanir um at taka annað skinn um bak fyri at tryggja framtíðarhaldførið í føroyska búskapinum, hevur landsstýriskvinnan við fíggjarmálum latið staðið til og onki gjørt, uttan sett fleiri almennar eftirlitsstovnar á stovn, so hesir fløkjast um hvønn annan, so ongin kann ábyrgdast um tað gongur galið.

 

Hóast samgongan við nýggjum skattum og avgjøldum á borgarar og vinnu hevur økt inntøkurnar við 1.000 mió., er hetta ikki nokk til at fíggja øktu ótálmaða útreiðsluvøksturin hjá landskassanum.

 

Úrslitið við dagførdu tølunum í Búskaparskipan Landsins er farið úr 563 mió. kr. niður í 190 mió. kr. eftir einum ári.

 

Nýtslan á fleiri konti er langt omanfyri játtan, og er hetta greitt brot á játtanarreglurnar og hetta prógvar greitt, at fíggjarlógin er undirbudgetterða soleiðis sum minnilutin í fíggjarnevndini hevur víst á í fleiri umførum.

 

Í heystfrágreiðingini frá búskaparráðnum varð dentur lagdur á, at neyðugt er við betri stýring av almenna búskapinum. Samstundis sum víst verður á, at almenna nýtslan og íløgurnar eru konjunkturviðgangandi.

 

At enda sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at  høvuðsuppgávan hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum er at tryggja samlaða haldførið í føroyska búskapinum. Sterkasta amboðið at tálma sveiggjum í búskapinum er at føra kontraktivan fíggjarpolitikk, tá ið tað rekur við. Hetta merkir, at tað almenna roynir at halda aftur, tá ið vit hava búskaparligt viðrák. Hetta er ikki tað vit síggja í dag.

 

Búskaparliga kósin hjá samgonguni hevur verið til óbótaligan skaða fyri Føroyar og føroyingar - og upptakið verður øgiligt.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur