Nú má skúlin Glasir gerast liðugur

12. februar 2019


Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 13. februar at seta Aksel V. Johannsen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning um liðugtgerð av Glasir


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu gongur við liðugtgerð av Glasir?

 

2. Hvørjar ætlanir hevur løgmaður/ landsstýrismaðurin í Mentamálum við at fáa skúlan fult virknan?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, at skúlin Glasir skal gerast liðugur, so næmingar og lærarar fáa ein góðan vælvirkandi skúla, har samanspælið millum gymnasialu og handverkligu útbúgvingarnar vónandi kemur at klekja og menna okkara ungdóm til framtíðar avbjóðingar í einum modernaðum samfelag.

 

Tann 6. november kom enn eitt skundmál frá landsstýrinum, hesaferð um eykajáttan til liðugtgerð av Glasir, søguna um hetta kenna vit øll og tað málið koyrir fyri seg. Orsøkin til at hetta hevði skund var smb. grundgevingunum, at neyðug loyvi vantaðu og vandi var fyri, at skúlin stongdi.

 

At enda sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at søgurnar hava verið nógvar um bæði eitt og annað, ein av søgunum var, at partar av skúlanum eru stongdir, tí teir ikki eru tryggir fyri næmingarnar.

 

Kann Løgmaður greiða Løgtinginum frá hesum og um arbeiði við at fáa skúlan lidnan er í gongd og nær tað væntast liðugt.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur