Føroyingar møguleika at fáa CPR-nummar og NemID

13. februar 2019


Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í dag 13. februar at seta Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning um CPR-nummar og NemID


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Ætlar løgmaður at gera tað møguligt hjá føroyingum at fáa sær CPR-nummur og NemID?

 

2. Hevur løgmaður ætlanir um at taka málið í egnar hendur, um avvarðandi landsstýrismaður ikki vil avgreiða málið?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, at um føroyingar fáa møguleikan at fáa CPR-nummur í Føroyum, vildi tað lætt munandi um hjá fleiri bólkum í samfelagnum. Eitt nú, tá lesandi skulu søkja um upptøku, bústað, lestrarstuðul, barnaansing vm., og tá føroyingar, ið hava pensjón í donskum feløgnum, tað kunnu verða sjúkrasystrar, útisiglarar vm. Harumframt eru fleiri praktisk viðurskifti, ið høvdu verði munandi lættari, um hetta varð fingið uppá pláss.

 

Nýggja tíðin, har samskift verður meir og meir við elektroniskum miðlum, setur krøv til skipanir og smidligar mannagongdir á øllum økjum.

 

Løgtingið hevur í fleiri umførum viðgjørt týdningin av, at markaforðingar verða avtiknar, og má staðfestast, at hetta verður als ikki fylgt í hesum málinum, tí hetta er ein verulig markaforðing fyri nógvar føroyingar.

 

Í einum skrivligum spurningi svaraði løgmaður undirritaða, at landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum ikki var sinnað at geva øllum føroyingum møguleikan, at fáa sær CPR-nummar og NemID, eisin bleiv upplýst at semja var ikki í landsstýrinum um at fremja hetta málið.

 

At enda sigur Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at um tað veruliga er soleiðis, sum tað er komið fram, at tjóðskaparkenslur eru forðingin fyri at føroyingar fáa eina skilagóða og smidliga loysn á hesum, eigur løgmaður at taka málið í egnar hendur og tryggja, at henda markaforðingin verður tikin burtur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur