Tjóðveldi ger føroyskan politikk til fjant og fjas

21. februar 2019


Løgið, hvussu lítið samband Annita á Fríðriksmørk hevur við veruleikan og føroya fólk. Føroyingar vilja ikki loysing, men henda fólkaviljan hevur hon sera trupult við at góðtaka og fyrihalda seg til


Tjóðveldi alt meira ein populistisk fylking

Hesin  flokkur, sum nú eisini kallar seg eina fylking, hann er væl á veg til at gera føroyskan politikk til fjant og fjas.

 

Tingbólkaforkvinna teirra Annita á Fríðriksmørk sendir nú út propagandaskriv við boðskapinum um, at vit í Tjóðveldi hava altíð rætt, og við peikifingrinum á lofti, spyr,  hví eru tit í Sambandsflokkinum ikki samd við okkum í Tjóðveldi og fylkingini.

 

Eitt slíkt skriv við navns nevnilsi er sent okkum tinglimum í Sambandsflokkinum umvegis fjølmiðlarnar.

 

Tað undrar hana og flokkin, at sambandsfólk og flokkurin ikki er samdur við henni og Tjóðveldisflokkinum.

 

Hevur nakar hoyrt slíkt møsn. Skulu frælsiselskandi, sosialliberal sambandsfólk, vera  samd við ein sosialistiskan tjóðveldis- og fylkingarflokk. Stórt verri samanbering kann tað ikki blíva. 

 

Sum maðurin segði ... “Annita má hava etið bláseym.”

 

Tjóðveldi sympatiserar við víðgongdar flokkar

Tað, sum vit hava sæð higartil er, at Tjóðveldi apar seg eftir og sympatiserar við teir víðgongdastu sosialistaflokkarnar, og sympatiserar við republikanskar fylkingar í Europa. Sporini ræða allastaðir slíkur politikkur verður førdur, og sum regul endar hesin við fátækradømi og uppreistri.

 

Vit í Sambandsflokkinum bera sjálvandi yvir við hennara bláoygni, men undrast stórliga, at hon kann finna uppá at siga sovorði niðursetandi um sambandsfólk.

 

Annita ákærir sambandsfólk fyri at vera rótleys. Eg skal siga frúnni, at eru tað nøkur fólk, sum hava røturnar væl gróðursettar í føroyskt jørðildi, so eru tað sambandsfólk.

 

Sambandsfólk eru eisini til reiðar at taka um endan eftir Tjóðveldi, eisini hesaferð.

 

Vit eru so langt frá sosialistiskum og repluplikanskum hugsjónum, sum til ber at verða, og tíbetur eru flestir føroyingar nøkunlunda samdir um hetta.

 

Sambandsfólk eru realistar og ikki droymarar

Politiska kósin hjá sambandsfólki er fult frælsi í egnum landi og í egnum Ríki, við øllum teimum margfeldu møguleikum land og Ríkið hevur at bjóðað uppá.

 

Sambandsfólk hava nógv størri hugsanir um føroyingar, enn rúmast í Tjóðveldi og fylkingini, við teirra avmarkingar- og isolatiónspolitikki.

 

Stýrislag okkara er einastandandi. Nevn mær eitt heimastýri, sum hevur full rættindi til at ráða og stýra í egnum viðurskiftum, og eisini hevur stórdriftsfyrimunirnar í øllum Ríkinum - og vit hava henda, so langt út í stóra heim, sum okkara sambandsríkið Danmark røkkur.

 

Útbúgving og heilsa, EU-pass og frælsi til føroyingar til arbeiði á sjógvi og landi í EU eisini o.s.f. Bara fyri at taka nøkur dømi úr rúgvuni.

 

Sambandsfólk eru frælsissinnað og stolt fólk, sosialliberal sambandsfólk vilja vera fræls fólk uttan politiskt trýst frá nakrari fylking. Felags Grundlóg og Heimastýrislógin hava so sanniliga prógvað sítt virði. Støða Føroya er besta prógv um hetta, nú Føroyar fáa umdømið, sum eitt av ríkastu, fríðastu, javnastu og mest demokratisku londum í heiminum.

 

Fyri okkara flokk er allur politikkur álvarsligt arbeiði, Føroya fólki at gagni. Og als ikki til populistiskt fjant og fjas frá Tjóðveldi, sum vil sleppa at eksperimentera við lagnuni hjá okkum føroyingum.

 

Vit er realistar og ikki droymarar.

 

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur