Vardir bústaðir - tað gongur ikki fyri seið!

23. mars 2019



Stórar ætlanir

Til jóla í 2017 legði landsstýriskvinnan í almannamálum tríggjar verklagslógir fyri Løgtingið. Lógirnar vóru hesar:

 

- Uppskot til løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn

- Uppskot til løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu

- Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn

 

Stórar ætlanir hjá landsstýriskvinnuni, og fingu lógaruppskotini  samanumtikið góða undirtøku í Løgtinginum. Nú skuldi ferð setast á átrokandi og neyðugar byggiverkætlanir.

 

Stígur kemur í

So gongur tíðin, men lítið sæst til, at ferð kemur á verkætlanirnar. Tingfólk og onnur hava spurt eftir hesum ætlanum, og um hvat hendir, men ásannast má, at enn er einki ítøkiligt at síggja til verkætlanirnar. 

 

Men nú er  yvirskrift at síggja á in.fo, sum ber heitið: Fara undir at gera heim til børn og ung við autismu.

 

Frálíkt, nú verður endiliga farið í gongd við at byggja hetta heim. Men nei!

 

Ikki verður farið í gongd við at byggja, sjálvt um byggiskráin hevur verið klár síðani mars 2018. Nei, nústaðni verður farið undir víðari projektering, og sambært tíðarætlanini byrjar sjálv byggingin ikki fyrr enn í apríl 2020. Tað er tað, sum stendur á in.fo.

 

Tað dregur út

Tað er tó ótrúligt, at so seint gongur. Samgongan flaggaði við hesum málum til jóla í 2017, men einki er bygt enn. Nú kunnar landsstýriskvinnan um at byrjað verður ikki at byggja fyrr enn í apríl 2020. Altso um eitt gott ár.

 

At ríða sama dag, sum saðlað verður – tað hevur verið hildið at vera ein dygd, men í hesum málum verður, ið hvussu so er, ikki riðið sama dag, sum saðlað verður.

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur