Dupultspælið hjá Javnaðarflokkinum

24. mars 2019



Tað eydnaðist ikki Javnaðarflokkinum at fáa stjórnarskipanina samtyktað, hon sum stóð í samgonguskjalinum og skuldi gera Føroyar leysari av Danmark.

Nú er so lagt á annan bógv, nevnliga at fólkatingsumboðini skulu avtakast. Tað er jú ein effektivur máti at fáa rumbul í Ríkisfelagskapin - og Føroyar gerast leysari av Danmark.
 

Um bara samtyktin verður gjørd nú og um hon onga beinleiðis ávirkan fær beinanvegin, so er hon gjørd og vegurin slættaður fyri einari avtøku. Lógarbroytingarnar koma so sjálvandi aftaná, sum fylgja av samtyktini.

 

Samgongan og landsstýrið standa aftanfyri

At Páll á Reynatúgvu, uttanum formansskapin, eigur uppskotið, er sjálvandi tí tað er fyri samgonguna, og landsstýrið stendur aftanfyri.
 

Ongin skal ivast i, at hettar passar Javnaðarflokkinum væl, teir mæltu jú til frían felagsskap ella íslendsku loysnina, undir fullveldislandsstýrinum.
 

Um flokkurin nú ikki ynskti fólkatingsumboðanina avtiknað, hevði hann sjálvandi sett Tjóðveldi stólin fyri hurðina og forða fyri slíkum vitleysum uppskoti.

 

Tað er rættuliga snilt av Javnaðarflokkinum at lata Tjóðveldi, Fólkaflokkin, Sjálvstýri og Miðflokkin samtykkja uppskotið og sjálvur kunna vaska  hendur og siga, vit atkvøddu ímóti.
 

Tvey tjóðveldisumboð á Fólkatingi

Javnaðarflokkurin velur at tiga, og tann, sum tigur samtykkjur - tað er øllum væl kent.
 

Hugsa vit djúpari um núverandi fólkatingsumboðan, so kennist tað sum Føroyar hava sent tvey tjóðveldisumboð at umboða seg, ein fullblóðs og ein fyrrverandi tjóðveldismann.

 

Tað kann neyvan spyrjast nakað gott burtur úr tí fyri Ríkisfelagsskapin.

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur