Samgongan vil avtaka fólkatingssessirnar

29. mars 2019


Viðgerðin í Løgtinginum av uppskotinum um avtøku av fólkatingssessunum vísti, at Tjóðveldi sleppur at byrja loysingina. Veljarin skal tí til komandi fólkatingsval meira enn nakrantíð taka støðu til um vit skulu varðveita og útvikla okkara vælferðarsamfelag í einum Ríkisfelagsskapi ella fara undir eina oyðimarkargongd saman við loysingarfólkunum


Sambandsflokkurin hevur altíð lagt dent á at dagføra og menna Ríkisfelags­skapin til tær avbjóðingar, sum til eina hvørja tíð standa fyri framman.

 

Sambandsflokkurin er einasti flokkur á Løgtingið, ið veruliga vil Ríkisfelagsskapin.

 

Tað er óskiljandi, at aðrir flokkar vilja skerja møguleikarnar fyri at tryggja vælferðarstøði og vunnin rættindi hjá føroyingum.

 

Mín áheitan á føroyingar er heilt greið - veljið eitt sambandsumboð í Fólkatingið!

 

Vit hava prógvað, at Føroyar fáa nógv og góð úrslit, tá ið Sambandsflokkurin hevur umboðanina.

 

Okkara flokkur er hóvligur, semjusøkjandi og samstarvssinnaður.

 

Lat meg sláa fast, at í Ríkisfelagskapinum eru føroyingar heimsins frælsastu fólk, í heimsins besta landið.

 

Vit vilja varðveita og útvikla Ríkisfelagsskapin.

 

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur