Ómoralskur og óetiskur atburður

7. apríl 2019



Misbrúktið álitið frá Sambandsflokkinum

Nú veit eg ikki Eivind av Strondum, hvar eg í mínum lesarabrævi vátti, at ein atkvøða til Sambandsflokkin er ein atkvøða til Javnaðarflokkin ella Tjóðveldi, sum tú pástendur.

 

Manipuleringsvirusin eftir radikaliseringina er longu fari at virka hjá tær Eivind, her finst onki mótevni.

 

Kann bara staðfesta, at hvørki eg, ella fyri at brúka tíni orð, politiska heidningamissiónin í miðstaðarøkinum, hava fingið svar uppá nakran spurning, sum tær vórðu settir.

 

At okkara persónur kom í bland, tá innanhýsis arbeiðsbólkurin hjá Sambandsflokkinum fór til verka, var eingin trupulleiki fyri meg - eitt konstruktivt skilagott arbeiði hevði størri týdning. Tak tað heldur sum eina skemtiliga hending við navnasamanblandingini.

 

At tú skiftir flokk og gerst avhoppari, havi eg heldur ongar trupulleikar við - tað hava so nógv onnur gjørt, og er ikki nógv at gera við tað.

 

Tað, sum eg innast inni hefti meg við, tá tú leypir á Sambandsflokkin, er tann moralski og etiski parturin, har tú illoyalt fer út alment og hunddálkar flokkin og felagsskapin, sum tú ert partur av og tey, sum hava sitið í arbeiðsbólkinum og hava havt álit á tær - tí eri eg ikki firtin, men heldur argur um tín atburð.

 

Mær vitandi, so veit ongin um tínar fráboðanir um, at tú ikki tókst undir við tínum egnað arbeiði í arbeiðsbólkinum - eru viðmerkingar komnar, so er tað, tá arbeiðið varð liðugt. Men tú sat jú líka til arbeiðið endaliga varð avleverað til flokkin - hví trekti tú teg ikki bara skjótast úr arbeiðinum, tá tú ikki toldi lugtin í bakarínum.

 

Tú fekst álit frá Sambandsflokkinum at sita rundan um borðið í sjálvum hjartanum í  Sambandsflokkinum, og gera eitt uppskot um eina fiskivinnunýskipan. Í hesum tíðarskeiði hevur tú eisini gingið á fund og sitið á aftasta bonki hjá flokkinum, fyri síðan at blíva konverteraður til Fólkaflokkin.

 

Hví nú renna undan ábyrgd og vaska hendur?

Eivind, hví bjóðaði tú teg fram ella játtaði at gerast limur í innanhýsis arbeiðsbólkinum hjá Sambandsflokkinum og sat har í fleiri mánaðir, uttan at siga frá ella levera tað, sum flokkurin væntaði av tær.

 

Rokni við, at hini og tú kom í arbeiðsbólkin, av tí, at tú varð mettur at hava skilagóðar meiningar innan fiskivinnuøkið - og ikki valdur til pynt ella fyri frið skyld.

 

Tú sigur teg hava trupulleikar av akademikarum. Ongin í arbeiðsbólkinum var akademikari - øll fólk við praktiskum royndum og vitan!

 

At kalla hetta arbeiðið skrivborðsarbeiði, er einans ein bílig undaførsla hjá tær fyri, at tú ikki megnaði at geva nakað ítøkiligt íkast til arbeiðið.

 

Í politikki snýr tað seg um politiskt teamwork og at finna felags semjur - og ikki ganga runt og spæla politiskur solistur og avhoppari.

 

Eg skilji væl, at tú Eivind ikki vil koma inn á, hvørjar ítøkiligar politiskar meiningar tú hevur um føroysku fiskivinnuna og ikki vil greiða nærri frá, hvat sambandsfólk ikki hava skilt ella ikki vilja lurta eftir - tú hevur heilt einfalt ikki nakað ítøkiligt boð uppá eina fiskivinnuskipan, sum vinnan og vit føroyingar kunnu liva við.

 

Í lesarabrævi mínum gav eg tær eina leinkju, har tú kanst lesa uppskotið hjá Sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan.

 

Lat nú okkum rætttrúgvandi úti á bygd og heidningamissiónina í høvuðsstaðnum, fyri at brúka tíni egnu orð, hoyra frá tær, hvussu ein samlað fiskivinnuskipan við øllum tess elementum og smálutum skal síggja út.

 

Vit bíða í spenningi.

 

Eivin H. Jacobsen


RN


Aftur