Mugu ikki bjóða útbúgvingar, sum ikki kunnu brúkast

12. apríl 2019



Svar til Høgna Hoydal:

 

Í einum lesarabrævi í dag ilskast Høgni Hoydal um, at onkur sambandsmaður, onkur advokatur og fleir lesandi hava loyvt sær at spurt, um nýggja jura-útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum, gevur rætt til starv í okkara rættarskipan. Tað keðiliga við hesum spurninginum er, at svarið er nei. Hon gevur ikki tað sum skal til, fyri at kunna arbeiða sum advokatur, ákæri ella dómari.

 

Men heldur enn at viðurkenna hesa støðuna leggur Høgni ta gomlu skøvaðu tjóðveldisplátuna á, har øll sum gera vart við henda keðiliga veruleikan, verða løgd undir at vera ímóti øllum framburði og  øllum føroyskum.

 

Trupulleikin við nýggju útbúgvingini er ikki at hon er føroysk. Trupulleikin er, at hon er illa fyrireika. Men í staðin fyri at viðganga egnan ódugnaskap verður sparkað eftir Sambandsflokkinum, lesandi og øðrum, sum hava loyvt sær at víst á, hvussu illa málið er greitt úr hondum.

 

Og uppskriftin hjá Høgna er tann sama, sum hon plagar at vera. Hann fer eina ferð gjøgnum tíðina, har hann setur mótpartin í bás við øllum tí ringa, og seg sjálvan saman við øllum tí góða, og væl verður smurt uppá. Til dømis skrivar hann, at Sambandsflokkurin sigur: ”Vit skulu ikki virða okkara egna ella menna okkara egnu førleikar í Føroyum og í heiminum! Vit skulu ikki gera nakað, ið kann byggja nútímans tjóð og skapa okkara ungdómi og fólki møguleikar!” Hóskandi kundi verið spurt, hvar Sambandsflokkurin sigur tað?

 

Veruleikan er nú einaferð sum hann er

Alt hetta uttanumtosið broytir bara ikki tann veruleika, at tá tú setur eina nýggja útbúgving á stovn, so mást tú vita, hvat hon kann brúkast til. Tann spurningurin er ikki svaraður enn.

 

Jú vit fáa at vita, at tað kemur helst uppá pláss til ta tíð, men framvegis er ósemja um, hvør skal fáa tað uppá pláss. Løgmansskrivstovan sigur, at tað er uppgávan hjá Setrinum at tosa við danska Løgmálaráðið, men Setrið sigur, at tey tosa bara við Mentamálaráðið. Landsstýriskvinnan við útbúgvingarmálum er ósamd við Løgmanskrivstovuna, og nú kemur mentamálaráðharrin og sigur, at tann sum lesur galdandi rættargangslóg hevur ongar visjónir.

 

Sambandsflokkurin hevur einki ímóti at vit seta nýggjar útbúgvingar á stovn í Føroyum, og at vit menna Fróðskaparsetrið, men tað er sera umráðandi, at vit ikki bjóða okkara ungdómi at lesa í fleiri ár, fyri síðani at siga teimum, at útbúgvingin kann tíverri ikki brúkast til tað, sum tey ætlaðu at brúka hana til. Alt tað má vera komið uppá pláss áðrenn útbúgvingin byrjar, og tað sær tíverri ikki út til at vera gjørt í hesum førinum.

 

Lat nú ungdómin fáa frið

So góði Høgni! Heldur enn at sparka eftir Sambandsflokkinum og teimum lesandi, royn so heldur at bjóða ungdóminum eina útbúgving sum er so væl fyrireika, at tey, eftir loknan lesna, kunnu brúka hana til tað, sum tey ætlaðu at brúka hana til.

 

Helgi Abrahamsen

næstformaður Sambandsfloksins


RN


Aftur