Aftursvar til Sigurð í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetrinum

17. apríl 2019



Rektarin á Fróðskaparsetrinum, Sigurð í Jákupsstovu, setti seg herfyri at svara summum av mínum spurningum. Lat meg fyrst sláa púra fast, at Setrið er ein maktfaktorur í føroyska samfelagnum, og Setrið kostar skattgjaldaranum áleið 100 mió. kr. í rakstri um árið. Tá eiga vit sum samfelag at tora seta Setrinum kritiskar spurningar og krevja nakað av Setrinum. Sjálvandi!

 

Tað skal ikki verða nakar ivið um, at vit øll ynska eitt gott og vælvirkandi universitet í Føroyum har góðskan av útbúgvingunum er á altjóða góðkendum støði.

 

Ein rektari, sum fer øgiliga lætt um tað heila í aftursvarinum

At fáa eitt so illa undirbygt aftursvar frá sjálvum rektaranum á Fróðskaparsetrinum, hevði eg ikki væntað.

 

Ein stórur partur av aftursvarinum er bara endurtøkur av teimum spurningum, sum eg sjálvur setti og so smekkar hann eitt leinki til lógina og onkra reglugerð.

 

Skilir rektarin sjálvur, hvat lóggávan gongur út uppá, tá?

Eg eri útmerkað greiður yvir, at Setrið hevur eina lóggávu at fyrihalda seg til. Spurningurin er bara, um rektarin sjálvur skilir, hvat lóggávan gongur út uppá, tá ið hann er við til at seta útbúgvingar á stovn í stríð við tilmælið frá uttanhýsis bólkinum, sum sambært lógini skal eftirmeta Fróðskaparsetrið.

 

Henda eftirmetingin skal sambært lógini fyri Setrið tryggja, at Setrið livur upp til altjóða krøv, sum verða sett til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar.

 

Í hvussu so er má mann konstatera, at eg havi rakt eitt eymt punkt, tá ið rektarin ómakar sær at svara so knapt. Rektarin biður meg svara, hví eg komi til niðurstøðuna, at Setrið, sum tað sær út, ikki tryggjar fakliga støðið og førleikarnar.

 

Tað er ikki nokk at siga, at arbeitt verður við góðsku hvønn dag og eg ivist heldur ikki í, at  starvsfólkini sjálvandi gera tað tey eru ment.

 

Poengið er bara, at hetta skal tryggjast eftir einum felags og gjøgnumskygdum leisti. Lógir og kunngerðir, sum rektarin vísir á, eru bara rammur.

 

Trygdin skal tryggjast gjøgnum tær internu skipanirnar

Sjálva trygdina eigur Setrið at syrgja fyri gjøgnum sínar internu fyriskipanir, og tað eru hesar, sum eg eftirlýsi og spyrji inn til, havandi í hugað tað sum ferð fram við t.d. bjóðaðu løgfrøðisútbúgvingini.

 

Rektarin svarar partvís sjálvur, at einki akademiskt ráð hevur verið í nógv ár.

 

Eitt akademiskt ráð er ikki nakað, sum mann hevur til stuttleika, hóast tað stendur í lógini “kann hava.”

 

- Tað skal m.a. tryggja at eitt universitet heldur fakligan standard.

- Akademiska ráðið skal ummæla fíggjarligar raðfestingar.

- Tað skal ummæla týðandi strategisk granskingar- og útbúgvingarmál.

- Tað skal ummæla mannagongdir fyri setan av fakligum metingarnevndum og gera niðurstøður um tillutan av ph.d og ph.d.h.c. heitum.

- Eisini skal tað taka vísindaetiskar spurningar upp eftir áheitan ella av egnum ávum og annars umrøða allar akademiskar spurningar av týdningi. Hetta stendur alt í valreglunum fyri akademiska ráðið, sum stýrið á Setrinum hevur undirskrivað tann 26. februar 2014, og sum kann lesast her: https://www.setur.fo/media/1871/akademiskt_rad_210114.pdf

 

Tí er tað serliga áhugavert at fáa at vita, hvørjar tær so serligu orsøkirnar eru til ikki at hava eina so týdningarmikla skipan virkandi á Fróðskaparsetrinum?

 

Í aftursvarinum kemur rektarin heldur ikki inn á tað, sum eg skrivaði viðvíkjandi Bologna tilgongdini. Bologna skal annars vera við til at tryggja, at Setrið fylgir evropeiskum standardum. Tað skuldi verið farið í gongd fyri langari tíð síðani. Tað skal tryggja førleikarnar. Hvør er status við Bolognatilgongdini ?

 

Rektarin kundi møguliga eisini greitt okkum nærri frá, hvussu nógvir av adjunktunum hava tikið víðari pædagokikum? Og hvørt tað á Setrinum fyriliggur nøkur adjunktvegleiðing?

 

At altjóða standardir verða hildnir og tryggjaðir við eini akkreditering av lærustovninum má vera alfa og omega fyri framtíðar góðkenning av útbúgvingum.

 

Taka vit t.d. maritimu  utbúgvingarnar sum dømi, so eru allar hesar nú undirlagdar altjóða krøvum fyri vinnubrøv á teimum ymsu niveau´num, um tú ikki lýkur hesi, so er tín útbúgving ikki góðkend, so einkult er tað.

 

Tí er tað eisini fyri okkara hægsta lærustovn vitalt, at tað sum verður veitt av ymsu útbúgvingunum eisini , um ikki altjóða so evropeiskt  góðkent og livir upp til teir standardir sum verða settir. Eg vildi hildi, at tað at verið uppá forkant við hesum standardum heldur enn afturút, má verða eitt av málunum hjá einum so lítlum universitetið sum okkara.

 

Løgfrøði-útbúgvingin á Setrinum allarhelst dømi um kvantitet heldur enn kvalitet

Grundgevingin fyri at seta fleiri og fleiri útbúgvingar á stovn s.s. løgfrøði er allarhelst, at Setrið sjálvt heldur seg vera ført fyri at røkka høvuðsendamálið við lógini, sum er at grunda alla frálæru á gransking á hægsta altjóða stigi. Tað stendur orðarætt í seturslógini grein 2, 1. stykki, og at stovnurin skal tryggja samanhang millum gransking og útbúgving.

 

Servitanin í løgfrøði er sera avmarkað. Tað veit eg frá fleiri løgfrøðingum. Men onkursvegna má Setrið vera komið til niðurstøðuna, at tað er samanhangur millum gransking og útbúgving í løgfrøði, og at frálæran er grundað á gransking á hægsta altjóða stigi - enntá við vælsignilsi frá nýggju landsstýriskvinnuni í skúlamálum, sjálvt um onki (null!) løgfrøðiligt granskingarumhvørvi er á Setrinum.

 

Stórt sæð einki tilfar er á føroyskum, servitanin er sera avmarkað, men hetta taka loysingarfólk ikki seriøst. Tey kalla tað bara sambandsfjas. Líkamikið, hvat lóg og reglar siga. Mann vil byggja húsið og byrja við takinum. Skít so við Bologna, akademiskum ráði, gjøgnumskygdum mannagongdum og seturslóg. Bara tað er áhugi fyri at lesa okkurt, eru landsstýriskvinnan og rektarin so eviga glað, tí so kann mann fáa meiri kvantitet heldur enn kvalitet.

 

Hevði eftirspurningurin eftir jura verið so stórur, um mann visti sannleikan?

Tá ið tað kemur til henda stóra áhugan fyri at lesa útbúgvingar s.s. løgfrøði á Setrinum, sum rektarin og landsstýriskvinnan hava tosað so nógv um, hvar kann mann so síggja tær kanningar, ið undirbyggja hetta?

 

Hevði eftirspurningurin og áhugin eftir einari útbúgving í løgfrøði á Setrinum verið líka stórur, um tann, sum hevur hug at søkja samstundis fekk at vita frá Setrinum, at tað ikki ber til at gerast advokatur, at tað ikki ber til at gerast dómari, og tað ikki ber til at gerast ákæri?

 

Setrið upplýsti tað beint øvugta á síni heimasíðu og tað er faktuelt skeivt og villeiðandi.

 

Spurningurin er eisini, um tað bert er eftirspurningurin, ið eigur at avgera, hvørjar útbúgvingar Setrið bjóðar út. Ella um Setrið kann dokumentera, at frálæran er grundað á gransking á hægsta altjóða stigi, soleiðis sum lógin leggur upp til? Tað var júst tað, sum eksterni serfrøðingabólkurin setti stóran spurning við. Serfrøðingabólkurin segði millum annað í sínum tilmæli:

 

”Omfanget af forskning er selvsagt begrænset, eftersom antallet af forskere er yderst beskedent. Når dette er tilfældet, vil det ikke være realistisk at blive et “fully fledged research university”, d.v.s. et universitet, der dækker alle betydelige forskningsområder. Det er derfor vigtigt, at Færøernes Universitet udvælger forskningsområder, hvor man kan forske på internationalt niveau, ligesom det er vigtigt at understøtte de betydende uddannelsesområder med forskning… Det er vigtigt at være “verdensmestre i nicher”, som I kan bestå af områder, hvor Færøerne har styrkeområder.”

 

Um vit taka løgfrøðinga-útbúgvingina sum dømi, er stórt sæð ongin gransking. Heldur ikki er talan um eina nissju-útbúgving, og av tí kann eingin samanhangur vera millum gransking og frálæru, tí har er einki granskingarumvhørvi. Men sovorði mann verða nemt at góðkenna, tá ið mann ikki fylgir við Bologna. Ikki hevur nakað akademiskt ráð og eina landsstýriskvinnu, sum ikki leggur petti í eksternu eftirmetingina av Setrinum, og sum er tveitt í onkra skuffu hjá landsstýriskvinnuni.

 

Har er tó ein útbúgvingarleiðari, sum ein annar fullveldis-taleban á Facebook leggur eftir øllum sambandsfólki. M.a. leggur hann eftir mær og næstformanni Sambandsfloksins, Helga Abrahamsen, og okkara “destruktivu vinum”, sum sambært honum royna at finna “onkra anstrongda tulking ímóti verkætlanini hjá Setrinum”, soleiðis sum hann málber seg. Bara tí Helgi Abrahamsen dittaði sær at spyrja inn til møguleikarnar at gerast advokatur eftir lokna útbúgving.

 

Tað er altso tulkingin hjá danska Løgmálaráðnum og Løgmansskrivstovuni, sum útbúgvingarleiðarin finst at, tí hann meinar okkurt annað.

 

Pínlig samrøða í Degi & Viku

Landsstýriskvinnan í skúlamálum segði í pínligu samrøðuni í Degi & Viku, at hon aldrin hevði sæð eina so væl fyrireikaða umsókn, sjálvt um bæði hon og rektarin tóktust tosa fullkomiliga svart framman fyri øllum Føroya fólki.

 

Rektarin segði, at mann ikki kundi tulka rættargangslógina so strangt, sum sjónvarpsverturin, Sigrún Brend, gjørdi. Tað stuttliga var, at Sigrun Brend sjónvarpsvertur  bert las upp úr einum telduposti millum Løgmansskrivstovuna og Setrið, sum rektarin ikki virkaði til at kenna nakað til. Pínligari verður tað næstan ikki. Samrøðan kann síggjast her: http://kvf.fo/netvarp/sv/2019/04/11/20190411utbugvinginkannikkibrukast

 

So fór rektarin at vrøvla um onkra yvirtøku av útbúgvingarøkinum, og at Setrið bara samskiftir við Mentamálaráðið – ikki danskar myndugleikar. Hann hevði opinbart ikki skilt, hvat tað heila snúði seg um. Føroyar hava ikki yvirtikið rættargangslógina, og tað er ein nokkso grundleggjandi partur fyri eina útbúgving í løgfrøði, at tey, sum taka útbúgvingina, fáa sama rætt til at virka í rættarskipanini sum tey, ið hava lisið í Danmark.

 

Landsstýriskvinnan, segði seg vera í onkrari tilgongd við at fáa henda partin í rætt lag, men líkasum Kaj Leo Holm Johannesen spurdi á facebook herfyri, hvørja vissu kann landsstýriskvinnan geva teimum, sum longu á heysti 2019 skulu byrja upp á løgfrøði á Setrinum, at tey eisini vera fevnd av einari møguligari komandi lógarbroyting, um alt fæst upp á pláss við donsku myndugleikarnar á økinum? Danir vilja nokk tryggja sær, at føroyska útbúgvingin er á støði við ta donsku, tí juristarnir frá Setrinum skulu nokk eisini kunna virka sum advokatar, dómarar og ákærar í Danmark, eins og danskir juristar kunnu virka í Føroyum.

 

Landsstýriskvinnan bleiv áhaldandi við at siga, at hon “bara” hevði góðkent eina BA í lóg og ikki embætisprógv, men er tað ikki fullkomiliga líkamikið? Rættargangslógin sigur, at mann skal hava staðið danska juridiska BA og kandidatútbúgving? Mann kann eisini spyrja, hvat tað so er fyri master-útbúgving, sum longu hevur virkað í nøkur ár á Setrinum, um landsstýriskvinnan bara hevur góðkent eina BA í lóg?

   

Fullveldiskreftirnar ynskja føroyingar, sum hava lisið jura í Danmark, har piparið grør

Tá ið mann so hevur lisið tað, sum er skrivað av Høgna Hoydal og hoyrt alt tað, sum loysingarfólk hava skrivað á sosialu miðlunum um føroysku løgfrøði-útbúgvingina, er lítið at ivast í, at hetta er bert fyrsta stigið í royndini hjá loysingarvonginum at kroysta alt danskt skúlað vekk úr føroysku skipanini. Hetta er partur av sokallaðu “tjóðarbyggingini” hjá loysingarvonginum. Tí er tað sera týdningarmikið til komandi løgtingsval, at øll lesandi í Danmark - sum eisini kunnu stemma í Danmark - vita, at loysingarvongurin heldur tykkum vera heilavaskaði av danska systeminum, og tí vilja tey heldur hava løgfrøðingar frá Setrinum.

 

Eg kann nokk vegna allan Sambandsflokkin siga, at tað er brúk er fyri tykkum í Føroyum. Tit koma frá nøkrum av bestu universitetum í Evropa – ja, kanska øllum heiminum við fullum ríkisborgararættindum - takka verið ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin ynskir tykkum so hjartaliga vælkomin heim aftur til Føroya, sjálvt um Setrið og landsstýriskvinnan í skúlamálum og loysingarvongurin vilja gera tað torførari hjá tykkum at koma í starv í Føroyum.

 

Vit í Sambandsflokkinum halda so avgjørt, at fólk við danskari útbúgving í løgfrøði – og øðrum útbúgvingum við - hava verið við til at byggja føroysku tjóðina upp, og hava verið við til at gjørt Føroyar til tað góða samfelagið, sum Føroyar er undir einari heimastýrisskipan, sum nógvar aðrar smátjóðir misunna okkum. Ongin ivi skal vera um tað!

 

Min skriving og minar viðmerkingar til tað, sum fyriferst viðvíkjandi løgfrøðiútbúgvingini og viðmerkingar og spurningar til Setrið steðga við hesum aftursvari, men eg fari at heita á løgtingsfólk hjá flokkinum um at seta nakrar viðkomandi fyrispurningar til landsstýriskvinnuna í útbúgvingarmálum, og Setrinum viðvikjandi .

 

Johan Dahl


RN


Aftur