Fróðskaparsetrið er ikki eitt danskt universitet

18. apríl 2019



Fyri eini tíð síðani setti eg Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, ein einfaldan fyrispurning um nýggju útbúgvingina í lóg, sum Fróðskaparsetrið nú bjóðar út.

 

Eg spurdi, um landsstýriskvinnan kundi vátta, at tey sum taka embætisprógv í lóg á Fróðskaparsetrinum, eftir lokna útbúgving kunnu fáa rætt at virka sum advokatur, ákæri ella dómari í okkara rættarskipan á jøvnum føti við tey, sum taka útbúgvingina í Danmark?

 

Eisini spurdi eg, um tey sum taka embætisprógv í lóg á Fróðskaparsetrinum fáa rætt at virka sum advokatur, ákæri ella dómari í øðrum pørtum av danska ríkinum?

 

Í gjár svaraði landsstýriskvinna spurninginum. Hon sigur í svarinum, at Fróðskaparsetrið metir, at tá rættargangslógin sigur, at tey sum skulu vera advokatur, ákæri ella dómari skulu hava danskt embætisprógv í løgfrøði, so kann “danskt” og “Danmark” bæði merkja Danmark og danska ríkið.

 

Hetta er eitt løgið svar.

 

Fyri tað fyrsta seta Fróðskaparsetrið og landsstýriskvinnan spurnartekin við, um Fróðskaparsetrið er at meta sum eitt danskt universitet.

 

Harafturat er tað løgið, at Fróðskaparsetrið og landsstýriskvinan í skúlamálum sjálvi hava tikið sær frælsi at tulka donsku rættargangslógina.

 

Soleiðis sum málið er upplýst, er bert ein tulking galdandi, og tað er tulkingin hjá danska Løgmálaráðnum, ið varðar av rættargangslógini. So kunnu onnur vera samd ella ósamd við tí tulkingini, men hon er altso tann galdandi tulkingin.

 

Tað er rætt, sum landsstýriskvinnan í skúlamálum og rektarin á Setrinum áhaldandi hava víst á, at Føroyar hava yvirtikið skúlamál, og tí kann Setrið uttan um danskar myndugleikar seta útbúgvingar á stovn.

 

Men rættargangurin er framvegis ikki yvirtikin, og í rættargangslógini stendur, at tú skalt hava staðið danska juridiska bachelor og kandidatútbúgving í løgfrøði, fyri at kunna blíva advokatur og virka í rættarskipanini.

 

Men nú vilja landsstýriskvinnan og útbúgvingarleiðarin fyri løgfrøði á Setrinum vera við, at orðið “danskt” í rættargangslógini ikki er eitt púra greitt hugtak. Útbúgvingarleiðarin vil vera við í aftursvari til Christian Andreassen, advokat, at orðið “danskt” kann “referera til alt ríkið, og danskt kann eisini referera til partin av ríkinum, sum ikki fevnir um Grønland og Føroyar”.

 

So um vit taka hesi orðini fyri fult, so skuldi Fróðskaparsetrið onkursvegna verið eitt danskt universitet, hóast skúlamál fyri langari tíð síðani eru yvirtikin. Tey allarflestu mugu vita, at so er ikki.

 

Vit seta okkara egnu krøv til útbúgvingar. Vit gera okkara egnu útbúgvingarlógir, -kunngerðir og –námsskipanir o.s.fr.

 

Júst tí giti eg, at kravið til “danska” útbúgving í rættargangslógini ikki uttan víðari fevnir um føroyskar útbúgvingar í løgfrøði.

 

Vit vita, at har vit yvirtaka, kunnu vit hava øðrvísi lóggávu enn Danmark hevur, og rættargangslógin í Føroyum hevur eisini í nógv ár verið ein onnur enn tann danska, hóast tær líkjast nógv.

 

Tað giti eg eisini er ein av orsøkunum til, at danska Løgmálaráðið vil hava váttan frá donsku útbúgvingar- og granskingarmyndugleikunum fyri, at ein útbúgving í løgfrøði frá føroyska universitetinum lýkur øll krøv til donsk universitet, ið bjóða út útbúgving í løgfrøði.

 

Ikki fyrr enn tá verður rættargangslógin møguliga broytt til eisini at fevna um føroyskar útbúgvingar.

 

Helgi Abrahamsen


RN


Aftur