Latið nú Skálatrøð fáa frið!

3. mai 2019



Skálatrøð hevur t.d. serliga stóran týdning fyri maritima umhvørvið og øll tey, sum hava bátar har og virksemi teirra. Tað eru nógvir Havnarmenn, sum hava valt bátin til sítt frítíðarítriv og til at fáa sær eitt kók av og á, skjóta fugl og ikki minst til at fara í grind o.a.

 

Skálatrøð er sostatt ein týðandi partur av maritima umhvørvinum og tí hóskar eitt Tjóðleikhús ikki har.

 

Undirskriftirnar, sum eru savnaðar, bera boð um, at sera nógv Havnarfólk ynskja ikki Tjóðleikhús á Skálatrøð, men eina aðra staðni - og tað eiga vit at lurta eftir.

 

Staðsetið heldur eitt Tjóðleikhús eystan fyri Norðurlandahúsið.

 

Eystan fyri Norðurlandahúsið er eftir mínari meting mest upplagt at byggja nýtt Tjóðleikhús, tí har er slíkt virksemi og umhvørvi frammanundan. Eitt annað, sum talar fyri hesari staðseting er logistikkurin til og frá einum slíkum bygningi, og hann hóskar betri við síðuna av Norðurlandahúsinum, enn at kroysta hann niður á Skálatrøð.

 

Vit kunnu ikki renna undan veruleikanum, nevnliga at Skálatrøð hevur stóran týdning fyri maritima umhvørvið umframt handlar, almennar stovnar og vinnuna sum heild.

 

Parkeringsplássini á Skálatrøð eru grundalagið undir handilsvirkseminum og øðrum virksemi í miðbýnum - tað er veruleikin.

 

Mín støða er greið - eg mæli til at staðseta Tjóðleikhúsið í Sortudíki.

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


RN


Aftur