Ríkisfelagsskapurin er verdur at berjast fyri

9. mai 2019



Nú stendur aftur eitt fólkatingsval fyri durum og Føroya fólk skulu av nýggjum velja síni 2 umboð í Fólkatingið.

 

Eg havi mangan spurt meg sjálvan - er tað veruliga so galið við okkara Ríkisfelagskapi sum loysingarflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin, Framsókn, Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldi vilja gera tað til?

 

Og er tað so galið - hví stilla teir so upp til fólkatingsval?

 

Hví so altráðir at sleppa á Christiansborg og at fáa hendur á donskum politiskum stuðulspengum.

 

Vit hava als ikki brúk fyri loysingarflokkunum har - ongin orsøk er at fara á Fólkating at reka loysingarpolitikk og spjaðingarpolitikk. Tí er Sambandsfloksins umboð  einasta rætta val til at umboða áhugamál Føroya og føringa á Christiansborg. Tað hava okkara umboð víst i verki, og tað koma vit framhaldandi at vísa i verki og praktiskum politikki.

 

Vit vilja virka fyri áhaldandi góðum uppbyggjandi samstarvi millum londini í ríkinum.

 

Vit vilja tryggja føringum bestu sømdir innan Ríkisfelagsskapin.

 

Vit vilja verja vunnin rættindi í Ríkisfelagskapinum.

 

Niðurstøðan hjá mær er, at hesin felagsskapur hevur nógv fleiri positivar enn negativar síður, tá gjørt verður upp.

 

Eitthvørt hjúnalag hevur ósemjur og soleiðis er eisini við hesum “hjúnalagnum”, men trupulleikarnir eru til at loysa við skilagóðum dialogi partanna millum og tað hava vit víst í undanfarnu samgongu, har stevið millum londini var avbera gott og vit fingu gjørt skilagóðar avtalur Føroya fólki til gagns.

 

Vit hava jú nærum allar teir fyrimunir, sum hugsast kunnu.

 

Vit eru partur av eitt av heimsins mest demokratisku ríkjum.

 

Vit hava  alt tað, eitt hvørt nýmótans framkomið samfelag hevur, umframt alt tað, nógv onnur kundu hugsa sær.

 

At kalla danir imperialistar og koloniharrar soleiðis sum tjóveldismenn føra framm, er ørt í mínum hugaheimi.

 

Eg havi fyrr víst nøkur umráðandi punktir, sum eg her vil endurtaka, soleiðis at ung sum gomul veruliga kunnu síggja, hvussu nógv vit sjálvi í veruleikanum dagliga umsita og avgera:

 

- Vit hava okkara egna lóggevandi vald (Løgtingið)

- Vit hava okkara egnu stjórn (Landsstýrið)

- Vit hava okkara egna stjørnarleiðara (Løgmann)

- Vit hava okkara egna mál (Føroyskt)

- Vit hava okkara egna flagg (Merkið)

- Vit skipa okkara egna lógarpolitikk

- Vit skipa okkara egna vinnupolitikk

- Vit skipa okkara egna umhvørvispolitikk

- Vit skipa okkara egna mentunarpolitikk

- Vit skipa okkara egna almennapolitikk

- Vit skipa okkara egna útbúgvingarpolitikk

- Vit ráða yvir øllum tilfeingið í havinum uttan um okkum

- Vit ráða sjálvir fyri hvussu hetta tilfeingið verður gagnnýtt

- Vit ráða sjálvir yvir øllum inntøkum

- Vit skipa sjálvir fyri eftirliti og trygd

- Vit samráðast við onnur lond um loyvi til at gagnnýta part av teirra tilfeingi

- Vit samráðast við onnur lond um marknaásetingar

- Vit samráðast við onnur lond um handilsavtalur

- Vit ráða yvir øllum tilfeingi í undirgrundini

- Vit lóggeva um ræðisrættindini av tilfeingi í undirgrundini

- Vit gera avtalur um gagnnýtslu av tilfeinginum í undirgrundini

- Vit skipa sjálvir øll umhvørvis- og trygdarkrøv

- Vit ráða sjálvir yvir møguligum oljuinntøkum

- Vit eru longu í neyvum samstarvi við annað land (Danmark)

- Vit avgera sjálvi í hvønn mun hetta samstarv virkar - og gagnar okkara borgarum 

- Vit kunnu til eina og hvørja tíð gerast ES borgarar - umvegis ríkisfelagskapin.

- Vit kunnu til eina og hvørja tí og á einum og hvørjum stað kalla okkum Føroyingar

- Vit eru málsliga betri fyri enn flestu fólk í heiminum

- Vit sita saman við Grønlandi og Danmark í Arktiska ráðnum

 

Okkara lesandi

Okkara lesandi, sum byrja lesna í Danmark kunnu við donskum ríkisborgararætti, útbúgva seg hvar tey vilja í Evropa og arðastaðni á líka fóti við onnur ungfólk í ríkinum og við donskum SU og SU-lánum.

 

Okkara sjúku fáa skjóta og góða viðgerð á donskum sjúkrahúsum og viðgerðarstovnum

 

Vit hava øll tey somu rættindi og somu skyldir sum aðrir borgarar í Ríkinum.

 

Áhaldandi og uppbyggjandi gott samstarv í Ríkisfelagsskapinum og viljin til áhaldandi at menna Føroya land og tað fólk her býr, er gull vert og tað borgar Sambandflokkurin fyri at tryggja.

 

Undirlutakenslur loysingaflokkanna kunnu vit ikki brúka til nakað - heldur ikki á Fólkatingið.

 

Sambandsflokkurin - einasti flokkur, sum veruliga vil Ríkisfelagsskapin

Sambandsflokkurin vil áhaldandi verja og tryggja neyðug rættindi og vælferðarsamfelagið innanfyri Ríkisfelagsskapin.

 

Okkum nýtist tína atkvøðu fyri framhaldandi at verja hesi rættindi okkara i Ríkisfelagsskapinum.

 

Far tí á val tann 5. juni og set krossin við eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum - tað gagnar tær og tínum.

 

Johan Dahl

valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið


RN


Aftur