Edmund aftur á Fólkating

15. mai 2019



Eitt spennandi fólkatingsval er útskrivað at verða grundlógardagin 5. juni.

 

Fyri Sambandsflokkin bjóði eg meg fram sum valevni, og tykkara umboð á Fólkatingi.

Nógv ár eru gingin við politikki, og havi havt mína dagligu gongd á Christiansborg í fleiri av teimum - seinast frá 2007 til 2015.


Tey árini vóru sermerkt, tí sum okkara umboð á Christiansborg, var neyðugt altíð at verða á blettinum sum umboð fyri Føroyar. Bæði, tá tað snúði seg politikk, umboðan, privatar umboðanir og umsóknir av ymsum slagi - Føroyum at frama.

Nógv úrslit eru at vísa á. Úrslit sum havgransking, mentanarhús, náttúrulund, R-frádráttur til lesandi og handhevjan av ríkisborgararætti føroyinga. Hetta eru bert nøkur av úrslitunum, ið komu burturúr hetta tíðarskeiðið.

 
Um eg veri valdur at umboða Føroyar, fari eg at halda fram við fruktagóða arbeiði mínum á Christiansborg.

Mál, ið Fólkatingið varar av umboðandi Føroyar, eru mál sum til dømis grundlógin, kongshúsið, uttanríkismál, verjumál, peningamál, valuta, politi og rættarskipan - tann sokallaða ramman um Ríkið, sum er felags. Umframt hesi eru nógv onnur mál, sum ikki enn eru yvirtikin.

Tað sigur seg sjálvt, at tað krevst eitt heilhjartað sambandsfólk at røkja slíka uppgávu.

Vit skulu til eina og hvørja tíð hava í huga, at vit skulu nýmótansgera viðurskiftini í ríkinum. Ríkisfelagsskapurin skal útviklast og ikki avviklast. Ríkisfelagsskapurin skal útviklast við nýggjum tiltøkum, eins og natúrligar yvirtøkur skulu fremjast, um langsiktaðu ráðini eru til tað.

Sambandsflokkurin fer at taka táttin upp aftur við markaforðingum millum londini. Seinast fingu vit eitt einmælt fólkating at samtykkja avtøku av markaforðingum. At fullføra hetta arbeiði er eitt, ið vit vilja fremja, um vit fáa umboðan á Christiansborg.

Føroya Løgting hevur einmælt samtykt at virka fyri fríari marknaðaratgongd við ES. Hesum fari eg at arbeiða fyri við lívi og sál - vælvitandi, at fríur marknaður fyri fiskavørur er sjálvt fundamentið undir føroyska búskapinum. Hetta saman við rættinum at eiga og umsita føroyska tilfeingið. Her vantar eitt arbeiði, sum snýr seg um at tæða jørðina í allari skipanini fyri natúrligu føroysku ynskjunum.

Mín vón er, at tit fara á fólkatingsval 5. juni og atkvøða fyri Sambandsflokkinum.


Ein atkvøða fyri mær er ein atkvøða fyri samstarvi.

 

Edmund Joensen

valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið


RN


Aftur