Praktiskt samstarv

15. mai 2019



Ein fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin eigur at vera virkin bæði innanfyri og uttanfyri fólkatingsgátt.

 

Føroyingar hava verið limir í mongum donskum pensjónsgrunnum millum ár og dag. Pensjónsgrunnum, sum hava tolnan kapital í milliardaklassanum og sum gera íløgur í íbúðarbygging.

 

Hesir grunnar hava eisini tað byggitøkniligu serfrøði, sum skal til. Og teir arbeiða saman við byggifyritøkum á økinum, sum, eins og summar her á landi, eru serfrøðingar í at byggja stórar bygningar.

 

Tað má vera eitt aðalmál í sær sjálvum, at fáa hesar grunnar at venda nøsina hendavegin, so føroyingar frameftir kunnu leiga íbúðir til rímiligar prísir.

 

Alt gott um Antarktis, tey 17 heimsmálini, og onnur stórmál.Vit í Føroyum fáa ikki innlandsísin at lata vera við at smelta, óansæð hvat vit gera.

 

Vit mugu niður á jørðina at arbeiða við teimum málum sum hava praktiskan týdning fyri vanliga føringin.

 

Eg haldi, at vit skulu brúka okkara avmarkaðu orku í Fólkatinginum betri og meira effektivt.

 

Eg vil leggja alla orku í at lætta um gerandisdagin hjá tí vanliga føroyinginum.

 

Um hann so býr í Føroyum, og hevur ørindi í Danmark, er lesandi í Danmark, ella býr í Danmark.

 

Vit hava fleiri sjálvskaptar trupulleikar, sum eg vil viðgera her í nøkrum av teimum næstu greinunum.

 

Jákup Fróði Djurhuus

valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur