Ríkisfelagsskapurin gevur føroyskum lesandi heimsins bestu útbúgvingarsømdir

28. mai 2019



Allarhelst eru tey fleiri á tjóðveldislistanum, sum kenna til tær fantastisku útbúgvingarsømdirnar, ið Ríkisfelagsskapurin hevur tryggjað teimum gjøgnum teirra lestrarár í Danmark. Hetta hevur eisini í sera stóran mun verið við til at ment okkara land, og tí kunnu vit av røttum reypa okkum av høga útbúgvingarstøðinum í Føroyum.

 

Til dømis nam Kristina Háfoss sær útbúgving innan løgfrøði og búskaparfrøði í Danmark. Høgni Hoydal las samskifti og søgu í Danmark. Bjørt Samuelsen hevur nomið sær útbúgving sum journalistur og cand.brom í matvøruverkfrøði í Danmark. Magni Arge hevur tikið eina bachelor í samfelagsfrøði í Danmark. Ingolf S. Olsen hevur lisið til journalist í Danmark, og Katrin Kallsberg las til lækna í Danmark. Øll valdu tey Danmark, hóast allur heimurin stóð víðopin fyri teimum. Og tað er tað heldur einki løgið í.

 

Ríkisfelagsskapurin gevur nevniliga teimum - og øllum øðrum føroyingum við - heimsins bestu útbúgvingarsømdir, tí vit eru fødd við somu ríkisborgararættindum sum danir. Tey rættindini er tað bert Sambandsflokkurin, sum vil verja av fullum hjarta - eisini á Fólkatingi.

 

Føroyingar føddir við ríkisborgararættindum

Meðan t.d. svenskt, íslendsk og norsk lesandi mugu lúka heilt serligar treytir umvegis ES ella EBS og kanska av tí sama lítlan ella ongan lestrarstuðul fáa, eru føroyingar føddir við ríkisborgararættindum. Hetta merkir, at føroyingar frá fyrsta lestrardegi í Danmark hava rætt til heimsins hægsta lestrarstuðul, Statens Uddannelsesstøtte (SU), sum í 2019 er 6.166 krónur um mánaðin áðrenn skatt. Harafturat hava føroysk lesandi rætt til bílig lestrarlán. Tey hava rætt til danskan íbúðarstuðul, Føroyafrádrátt (46.000 krónur um árið) og ein Ríkisfelagsskapsfrádrátt (32.000 krónur um árið), sum mann kann tjena skattafrítt við síðurnar av lesnaðinum.

 

Um føroysk lesandi í Danmark blíva so vælsignað at fáa børn, hava tey eisini rætt til eyka SU, barnakekk, hægri íbúðarstuðul og ókeypis ansingarpláss. Hetta kemst av, at føroyingar hava ríkisborgararættindi, og sostatt eru føroyingar javnsettir við øll onnur í danska ríkinum við donskum ríkisborgararættindum. Eftir loknan lestur kunnu føroyingar uttan hóvasták venda nøsina aftur til Føroya og byggja land saman við øllum øðrum føroyingum.

 

Bæði heimastýrislóg og grundlóg verja móti mismuni

Tað er soleiðis, at bæði heimastýrislógin og grundlógin verja danir í Føroyum og føroyingar í Danmark móti mismuni í mun til borgarlig rættindi til eitt nú sosialar veitingar.

 

Heimastýrislógin sigur í § 10, stk. 2:

“Valgret og Valgbarhed til Organer, der henhører under det færøske Hjemmestyre, kan gøres afhængig af, at vedkommende er Færing. I øvrigt kan der ikke i Lovgivning eller Forvaltning gøres Forskel paa Færinger og andre danske Statsborgere.”

 

Grundlógin sigur í § 70:

“Ingen kan på grund af sin trosbekendelse eller afstamning berøves adgang til den fulde nydelse af borgerlige og politiske rettigheder eller unddrage sig opfyldelsen af nogen almindelig borgerpligt.”

 

Føroyski landskassin spardur fyri nógvar útreiðslur

Útreiðslurnar, sum danski statskassin hevur havt av Kristinu Háfoss, Magna Arge, Høgna Hoydal og øðrum, sum hava lisið í Danmark, kosta ikki føroyska landskassanum eina krónu. Og tær tær eru heldur ikki partur av blokkinum, sum í dag er áleið 642 milliónir krónur um árið. Tær eru heldur ikki partur av útreiðslunum, sum Danmark annars hevur av Føroyum í sambandi við eitt nú raksturin av ríkismyndugleikunum í Føroyum og ávísum pensjónum (áleið 314 milliónir krónur um árið, sí ársfrágreiðing frá Ríkisumboðnum fyri 2018 s. 134).

 

Føroysk lesandi kunnu eisini fara til onnur lond at lesa á SU-góðkendum útbúgvingum, og danski lestrarstuðulin fylgir við. Ja, tey kunnu enntá lesa á Fjarlestrardeplinum í Vági við donskum SU.

 

Sambandsflokkurin verjir tíni ríkisborgararættindi

Við at velja eitt sambandsumboð á Fólkating, velur tú eitt umboð, sum heilhjartað gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum. Tú velur eitt umboð, sum hvønn dag er á varðhaldi, og sum fer at verja ríkisborgararættindini hjá øllum føroyingum, og sum fer at virka fyri at beina burtur marknaforðingar millum londini.

 

Fólkatingssessurin er ein týdningarmikil sessur, tí á Fólkatingi verður lóggivið fyri Føroyar og viðurskifti, ið viðvíkja Føroyum og føroyingum. Við einum sambandsumboði verður tann konfrontatoriski tónin skiftur út við tann pragmatiska og konstruktiva dialogin.

 

Vel tí Sambandsflokkin á 170 ára føðingardegnum hjá okkara ríkisgrundlóg tann 5. juni.

 

Gott fólkatingsval!

 

Johan Dahl

valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið

 


RN


Aftur