Heldur samstarv enn ein tóman stól

4. juni 2019



Eg vóni veruliga, at Føroya fólk velur ein flokk, ið ætlar niður á fólkating at samstarva.

 

Vit hava tveir sessir á fólkatingi, har føroysku umboðini hava møguleika fyri at bera fram føroysk sjónarmið innanfyri Ríkisfelagsskapin.

 

Seinastu 20 árini hava loysingarflokkarnir serliga ført ein ”luftigan symbol politik”, har Ríkisfelagsskapurin hevur fingið skyldina fyri alt í millum himmal og jørð, og enn er støðan tann sama.

 

Nú tá ið tað stundar til fólkatingsval, hava loysingarflokkarnir serliga rópt hart um ein ”tóman stól” á fólkatingi. Hetta merkir, at verður eitt loysingarumboð valt á fólkating, so verður tað annaðhvørt eitt kontraproduktivt umboð ella ein tómur stólur.

 

Í Føroyum skulu føroyingar ráða, hesum eri eg samdur í. Men samstundis haldi eg ikki, at tær primitivu hugsjónirnar, ið loysingarflokkarnir bera fram, eru haldgóðar. Endamálið má og skal vera vælferðin hjá Føroya fólki. Hetta endamálið er tryggjað við Ríkisfelagsskapinum. Málið skal tískil vera, at menna okkara rúmliga Ríkisfelagsskap, til ein felagsskap við trimum javnsettum tjóðum. Hesum málið kunnu vit einans røkka, við at samstarva.

Vel tí heldur samstarv, enn ein tóman stól.

 

Gott fólkatingsval.

 

Ingi Kárason Midjord


RN


Aftur