Pedofilar eiga at missa passið

11. juni 2019



Fremsta endamálið hjá Føroya Løgtingi eigur undir øllum umstøðum at gera skjól fyri øllum borgarum í landinum. Serstakliga teimum veikastu, har eg telji børnini við, tí tey kunnu mangla verjueginleikar, sum tey ikki hava lært enn.

 

Tí er tað av alstórum týdningi, at vit mugu skipa lóggávuna soleiðis, at seksuelt misbrúkt børn ikki er veruleiki í Føroyum. Her er einki annað enn ein nullhugsjón nøktandi.

 

Vit eiga at herða um revsikarmarnar munandi, soleiðis at revsingin rakar misbrúkaran og at hon merkist. Vit hoyra alt ov ofta, hvussu lina revsing misbrúkarin fær, og at hesin fær nakrar krákumánaðir at sita tað av sær, og tað er als ikki í lagi. Misbrúkarin spælir við mannalagnur hjá øðrum og hetta eigur ikki at verða stórur munur á at taka lívið av onkrum.

                                                              

Tíðin er búgvin at endurskoða lóggávuna viðvíkjandi fyrningarfreistum. Tað tykiskt sum oftast, at tey misbrúktu børnini ikki traðka fram, fyrrenn tey eru vaksin, og vit kunnu lítið ætla okkum, hvat tey hava verið ígjøgnum. Tí kann mann ikki vænta, at tey sjálvi megna at traðka fram, tá tey hava verið offur fyri eini slíkari gerð og offur av slíkari manipulatión. Veruleikin er tann, at í nógvum førum verður sakin fyrnað, tá stendur pedofilurin avdúkaður, tó uttan dóm.  

 

Triðja broytingin, sum eg havi hug at taka fram, er ikki bara fyri okkara egnu børn, men eisini børnini í teimum fátæku londunum. Í 2017 viðtók Avstralia at taka passið frá øllum dømdum pedofilum. Tað er kent, at pedofilar flyta seg aftaná til støð, har teir fáa nøktað sín sjúka tørv. At fleiri pedofilar ferðast til fátæk, korrupt lond fyri tí sama, sigst eisini at verða púra vanligt, og tí skulu vit gera okkara fyri at forða hesum. Tað Avstralska Parlamentið viðtók, at dømdir pedofilar mistu passið. Tað er fyri at forða pedofilum at flyta seg aftaná til lagaligari umstøður, soleiðis at man eisini ger sítt til at verja tey allar veikastu í heiminum. Eg vildi ynskt, at vit í Føroyum gjørdu tað sama, so at vit kundu gingið undan og arbeiða hart ímóti øllum rotinskapi móti børnum.

 

Vit hava sæð og hoyrt nógvar harðar lagnur tey seinastu árini. Nógv tey flestu, sum fortelja eru vaksin. Tey hava fingið sár og skaða fyri lívið, tí onkur hevur gjørt seg inn á tey, men hesi sum fortelja eru komin lutfalsliga fyri seg. Vit mugu eisini minnast til, at tað munnu verða mong, sum vit ikki hoyra um og sum vit onki hava hoyrt frá. Vit tora ikki at gita, hvar tey eru endað.

 

Øll pedofili má í stundnini steðgast!

 

Jaspur Langgaard

valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur