Hevur Javnaðarflokkurin broytt kós?

14. juni 2019


Er Javnaðarflokkurin aftur blivin ein samríkisflokkur nú valið nærkast?


Løgmaður eigur alt fyri eitt at gera upp við seg sjálvan og boða føroyingum frá, um Javnaðarflokkurin, eisini aftaná valið, verður ein samríkisflokkur.

 

Samgongan við Javnaðarflokkinum á odda legði bragdliga fyri, at nú skuldi tann sokallaða “stjórnarskipanin” sendast til fólkaatkvøðu.

 

Hetta var fyrsta stigið til at taka Føroyar úr ríkinum, og Tjóðveldi kallaði sonevndu “stjórnarskipanina” fyri “evstu lóg”. Eftir teirra tykki skuldi hon standa omanfyri Grundlógina.

 

Hóast fleiri áheitanir á Løgmann, formann Javnaðarfloksins, um at taka ábyrgd og steðga leysu kanónunum, arbeiddi hann framhaldandi við hesum fram til fyri einum árið síðani.

 

Síðani samgongan tók við tann 14. september 2015, hava vit áhaldandi verið vitni til, at politikkarar hjá samgonguni royna at uppfinna trupulleikar í Ríkisfelagsskapinum. Higartil hevur hetta ikki eydnast serliga væl, tí danskir politikkarar hava langt síðani tikið støðu til, at stríðið um at loysa Føroyar úr ríkinum skal takast í Føroyum.

 

Tað eru føroyingar – og eingin annar – ið avgera hetta mál, og hetta er fráboðað ST í 2006. Sjálvsavgerðarrætturin er altso fráboðaður ST og ein samtykt er gjørd á Fólkatingið um, at taka føroyingar avgerð um at loysa, verður henda avgerð vird og tikin til eftirtektar.

 

Løgmaður vendur 180 stig

Nú valið nærkast, tykist Javnaðarflokkurin at verða vendur 180 stig. Nú verður upp í saman sagt, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur?

 

Er tað tí at val er í hond og Javnaðarflokkurin sær møguleikan fyri atkvøðum - tí Føroya fólk vil ikki loysa Føroyar úr ríkinum - ella er tað tí at Javnaðarflokkurin vendur heimaftur til gomlu røturnar.

 

Helst er tað atkvøðurnar sum skulu tryggjast, men hetta gjøgnumskoðar gløggi veljarin. Um orsøkin er tann seinna, eiga vit at fegnast um tað.

 

Kanska er tað Javnaðarflokkurin á Fólkatingið, ið er samríkisflokkur og ikki Javnaðarflokkurin?

 

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur