Løgmaður má traðka í karakter

21. juni 2019


Hvat ger Løgmaður, nú pengar eru brúktir í heimildarloysi?


Mong undraðust, tá Heðin Mortensen, landstýrismaður í samferðslumálum, í mars keypti “Alpha Pilot” uttan samtykki frá Løgtinginum. Hann segði tá, at Strandferðslan hevði nokk av pengum til hesa íløgu og rakstur, so hetta kom tí ikki at ávirka raksturin hjá stovninum.

 

Stovnurin boðaði fyrr í hesi vikuni frá, at neyðugt er við sparingum fyri, at játtanin skal halda, tí kann staðfestast, at landsstýrismaðurin hevur brúkt pening í heimildarloysi, pengar sum ikki vóru til.

 

Virðingin fyri pengum er vekk

Henda samgongan hevur frá fyrsta degi verið leys á pengunum og peninganýtslan hevur sjáldan sæð sín líka í føroyskari søgu.

 

Útreiðslur landskassans eru spolaðar uppeftir, snildir eru brúktar fyri at fjala veruleikan, og tað er meir reglan enn undantakið, at kostnaðarmetingin verður sprongd við tvey-siffraðum millióna upphæddum.

 

Hóast ovurstóru peninganýtsluna, manglar í allastaðni, hetta er beinleiðis avleiðing av vantandi virðingini fyri pengum.

 

Tá ovasta leiðslan ikki tekur ábyrgd fyri sínum gerðum, smittar tað allan vegin niður gjøgnum systemið, ábyrgdarloysið fær fastatøkur og almenna skipanina missir tamarhaldið á sær sjálvum.

 

Hetta má steðgast, heldur nú enn seinni.

 

Bárður á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur