Uppstillingarfundur í Føroya Væl

25. juni 2019


15. juli, kl. 19.00-20.30, í hølunum á Gamla Apoteki, Tórshavn


Triði uppstillingarfundur hjá Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, verður í hølunum á Gamla Apoteki, mánakvøldið 15. juli, kl. 19.00-20.30.

 

Tíðin styttist til løgtingsvalið og Føroya Væl skipar fyri triðja og seinasta uppstillingarfundi.

 

Sambandsflokkurin hevur sítt størsta veljaragrundarlag í Suðurstreymoy og tí ræður eisini um at uppstilla eitt toymið av valevnum, sum kann vera við til at tryggja flokkinum so nógvar atkvøður sum gjørligt. Støddin og styrkin av Sambandsflokkinum stendur og fellur við umboðanini í hesum økinum.

 

Skrá

1. Vælkomin

2. Uppstilling av valevnum

3. Annað

 

Høvið verður at møta okkara politikarum.

 

Øll sambandsáhugað eru vælkomin.

 

Nevndin í Føroya Væl

Johan Dahl, formaður

 



Aftur