Larmandi tøgn um fátækraváða

26. juni 2019



Nýggjastu hagtølini 2017 fyri fátækraváða vísa, at gott 5.000 føroyingar høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða. Hetta svarar til 10,5% av øllum borgarunum í Føroyum, og 49.391 føroyingar eru við í populatiónini (tey, sum búgva á ellisheimum, sambýlum o.ø. stovnum hjá tí almenna, eru ikki íroknað). Fyrsta uppgerðarár 2009 var parturin 8,9%.

 

Eftir hesum hevur tað ikki eydnast samgonguni seinastu gott 4 árini at lækka talið á teimum føroyingum, sum eru í fátækraváða - tvørturímóti er %-parturin fyri 2017 uppá 10,5% hækkandi í mun 2016, tá %-parturin var 10,1%.

 

Sambært Hagstovu Føroya, so verður upplýst, at fátækraváði (á enskum nevnt “at-risk-of-poverty”) merkir at hava eina inntøku, sum er undir 60% av mið-javnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum. Hetta er eisini galdandi í ES og londunum við plaga at samanbera okkum við.

 

Verða hagtølini greinað á aldur og kyn, so sæst, at støðan er serliga versnað í 2017 við fleiri eldri omanfyri 67 ár, sum eru komin í fátækraváða, bæði mannfólk og konufólk - ein bólkur, sum í forvegin er stórur. Harafturat eru konufólkini generelt fleiri í fátækraváða.

 

Henda gongdin bendir á, at landsstýriskvinnan í almannamálum/ landsstýrið higartil ikki hava sett í verk nøktandi tiltøk fyri at minka um %-partin av teimum, sum eru í fátækraváða í Føroyum.

 

Føroyar uppliva bestu búskapartíðir nakrantíð og tí kann tað ikki góðtakast, at so nógv liva í fátækraváða, hóast hetta góða útgangsstøðið í okkara vælferðarsamfelag. Ein kann bara ímynda sær, hvussu hesir bólkar í fátækraváða verða raktir gerast tíðirnar verri.

 

Sambandsflokkurin vil, at henda óhepnað gongdin verður vend sum skjótast og at t.d. okkara pensjónistar gerast fíggjarliga betri fyri og at konufólkini fáa líka løn fyri líka arbeiði.

 

Tíverri mugu vit staðfesta, at út frá hesum hagtølunum um fátækraváða, hava vit ikki fingið eitt rættvísari samfelag undir hesari samgonguni.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur