
Gerhard Lognberg stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið
2. juli 2019
Eitt kent andlit stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið
Gerhard Lognberg er føddur 1. november 1950 í Skopun.
Hann hevur virkað í nógv ár í føroyskum lands- og kommunalpolitikki og er serliga kendur fyri ótroyttuliga stríðið at fáa ein undirsjóvartunnil til Sandoynna.
Gerhard Lognberg er borgarstjóri í Skopunar kommunu, og hevur verið kommunstýrislimur har síðan 1984, varaborgarstjóri frá 1984-92 og borgarstjóri síðan 1992.
Hann varð valdur inn á Føroya Løgting fyri fyrstu ferð á løgtingsvalinum 2002 umboðandi Javnaðarflokkin. Hann varð afturvaldur á løgtingsvalunum í 2004, 2008 og 2011.
Í 2013 gjørdist hann limur í Sambandsflokkinum.
Sambandsflokkurin
RN
Aftur