Stórhøll byggjast beinanvegin

4. juli 2019



Hví eina stórhøll?

Góðu úrslitini hjá hondbóltsspælarum okkara seinastu árini hava víst, at vit sum land eiga at fara undir at byggja eina multihøll ella stórhøll beinanvegin.  

 

Vit mugu skapa bestu karmar og fleiri eru orsøkirnar til at slík høll má raðfestast høgt.

 

Serliga eru tvinnar orsøkir til, at vit sum land skulu fara undir hetta stóra takið.

 

Fyrst og fremst kann ein stórhøll vera við at menna ítróttafólk okkara at taka við enn størri altjóða avbjóðingum.

 

Hin parturin er, at ein slík stórhøll er ein avgerandi partur av undirstøðukervinum í eini komandi nógv mentari vinnuferðavinnu, sonevndu MICE-ferðavinnuni.

 

Tørvurin hjá ítróttini á stórhøll

Givið er at fáa vit bygt eina slíka stórhøll, so eru tað ikki bara dugnaligu hondbóltsspælarar okkara sum fáa gagn av henni.

 

Ein slík multihøll verður upptikin at kalla alt árið. Hallur og Gunn og tey í HSF hava longu víst í verki, at tey rúmast ikki í Føroyum, tað sama hava Magnus og Niclas í Flogbóltssambandinum, og FBF hevur longu skipað fyri fleiri bólkaspølum í Føroyum, men sleppa illa longur á leið, tí høllin stendur ikki altjóða mát.

 

Fimleikurin sprongdi glaslofti, tá ið tey høvdu HM í estetiskum fimleiki, og vístu okkum øllum, at vit sum einki kunnu skipa fyri HM-kappingum - eisini tey fáa gagn av enn størri og betri høll.

 

Tað er púra givið, at onnur eisini fara at gagnnýta møguleikarnar, sum eru í eini stórari høll, ið kann hýsa fleiri 1000 fólkum.

 

Talvsambandið og Bridgesambandið hava víst, at tey kunnu skipa fyri altjóða kappingum. Hava vit stórhøllina, so mugu næstu mál verða bæði EM- og HM-kappingar ella enntá talv-olympiadan. Hotellini verða longu næsta ár klár at taka ímóti gestunum øllum.

 

Her er bara komið inn á ítróttin, nú HSF hevur víst, hvussu stóran tørv vit hava á eini stórhøll. Men umframt ítróttartiltøkini so eru onnur tiltøk, sum lættliga kunnu fylla slíka høll.

 

Tørvurin hjá ferðavinnuni á stórhøll

Ferðavinnan hevur seinastu árini veruliga víst, at hon kann gerast ein týðandi partur av vinnuni í okkara landi - ikki minst síðani endurstovnaða Visit Faroe Islands fór á flog, ein stovnur, sum eg sum landsstýrismaður endurskipaði sum  part av ferðavinnustrategiini, sum vit gjørdu í Vinnumálaráðnum.

 

Partur av ferðavinnuætlanini hevur heilt frá byrjan verið, at vit sum land skulu vera virkin í MICE-ferðavinnuni, tað er tann parturin, sum vendir sær til ráðstevnur, fundir og tiltøk. Ein týðandi partur av hesum tiltøkunum eru ítróttartiltøk. Virknu fólkini rundan um ítróttarfeløg og sersambond okkara hava longu fleiri ferðir víst í verki, at tey næstan bókstavliga hava sprongt karmarnar fyri, hvat ber til í Føroyum. Tey hava prógvað, at tey kunnu fáa so stór tiltøk til Føroya, sum hallir okkara ikki svølgja, tí má stórhøllin á skránna beinanvegin.

 

Ein stórhøll er heilt einfalt ein neyðugur partur av infrastrukturinum í eini komandi nógv mentari vinnuferðavinnu.

 

Annar tørvur á stórhøll

Seinastu árini hava vit eisini sæð, at hópin av altjóða felagsskapum vilja koma til Føroya við teirra ráðstevnum, td. var ein læknaráðstevna í farnu viku. Felags fyri hesar, er, at hølini hjá okkum, sum oftast Norðurlandahúsið ella hotelkapasiteturin, seta markið fyri, hvussu nógv fólk kunnu koma við.

 

Tað er tí sjálvsagt, at ein stórhøll, júst verður gjørd sum multihøll, so hon kann brúkast til alskyns ítróttartiltøk, men at hon eisini í eini knappari vending kann gerast um til fyrsta floks ráðstevnuhøli, sum kann hýsa stórum altjóða ráðstevnum við stórum plenumfyrilestrum og fleiri smærri hølum, sum parallelt kunnu hýsa fleiri fyrilestrum.

 

Harafturat kann ein slík stórhøll brúkast til at halda størri konsertir og tónleikaátøk.

 

Sambandsflokkurin vil ganga undan

Sambandsflokkurin vil altíð ganga undan, so at vinnan fær bestu karmar at virka undir - partur av hesum kørmum er ein multihøll ella stórhøll.

 

Fara vit í gongd nú beinanvegin kann hon standa klár um nøkur ár, og munnu røsku leikararnir á U17 liðnum ikki tá, sum ein royk, megna at spæla okkum til endaspælið í HM í handbólti. Teir hava víst, at teir hava hug, evni og dirvi.

 

Vit í Sambandsflokkinum ætla okkum at virka fyri, at ein multihøll ella stórhøll verður bygd, og ongantíð betri enn, at hetta verður í samráði við Tórshavnar kommunu, sum longu hevur víst á, at tey vilja taka við hesi ábyrgdini, og tey vísa eisini í verki, at tey taka MICE-ferðavinnuna í álvara.

 

Nú skulu okkara politikarar gera tað sama - vísa, at vit hava hug, evni og dirvi at geva hondbóltinum og restini av ítróttini og vinnuferðavinnuni røttu karmarnar fyri at menna seg.

 

Johan Dahl


RN


Aftur