Neyðugt við meira stuðli til bjargingarfeløgini

16. juli 2019



Bjargingarfeløgini hjá okkum rópa neyðarróp, tí peningurin, sum tey fáa frá landinum ikki røkkur til - og helst eisini tí, at uppgávurnar gerast fleiri og fleiri.

 

Júst hetta við vaksandi talinum av uppgávum, sum verða lagdar á herðarnar á superdugnaligu bjargingarfólkum okkara, skrivaði eg um fyrr í ár.

 

Orsøkirnar til, at bjargingarfeløgini fáa fleiri og fleiri uppgávur eru nógvar.

 

Týdningarmesta orsøkin er hon, at tey eru sera dugnalig og tí veruliga kunnu gera mun og at tey við hesum hava víst, at tey eru ein týdningarmikil súla undir tilbúgving okkara, bæði á landi og sjógvi. Aðrar orsøkir eru, at vit føroyingar eru farnir at verða meiri sokallað fríluftsmenniskju og so ikki at gloyma vaksandi ferðavinnan, sum veruliga er farin at leggja trýst á tilbúgvingina.

 

Fíggingin hjá bjargingarfeløgunum er eftir mínum tykki eitt ógvuliga einfalt mál, sum eigur at loysast í stundini. Ivist onga løtu í, at ongin í politisku skipanini ikki vil virka fyri, at Landsfelagið hjá Bjargingarfeløgunum fær neyðugu játtanina, so arbeiðið hjá teimum kann halda fram ótarnað.

 

Eisini haldi eg, at tryggingarfeløg okkara eiga at taka sína CSR ábyrgd á seg (Corporate Social Responsibility) og lata eina munandi upphædd.

 

Sum eg vísti á í greinini fyrr í ár, so eiga vit eisini at hugsa um at leggja ein náttúru- og tilbúgvingarskatt á ferðafólk. Slíkur skattur vildi so eisini verið ein natúrligur partur av fíggingini av bjargingarfeløgunum, sum part av tilbúgving okkara. Hetta er so einfalt, at tað eigur at verða loyst beinanvegin.

 

Johan Dahl


RN


Aftur