Sálarligur harðskapur skal takast í størsta álvara

17. juli 2019



Sjálvandi skulu vit hava eina lóg, sum javnsetir kropsligan- og sálarligan harðskap.

 

Sambært Kvinnuhúsinum eru 370 fráboðanir um sálarligan harðskap í 2018.Tað eru ræðandi tøl‚ men tíverri  neyvan allur sannleikin‚ um sálarligan harðskap í  Føroyum. Hagtølini sum talan er um, eru bert  frá kvinnum, sum fráboðað. Tað er ongin ivi um‚ at um eitt stað hevði verið til  menn‚ sum eru útsettir fyri sálarligum harðskapi at vent sær til, so høvdu tølini verið størri.

 

Tá  harðskapur er í heimum har børn vaksa upp, so hevur tað álvarsligar fylgjur, sum børn bera við sær víðari í lívinum. Kanningar aðrastaðni vísa, at tann, sum fremur harðskap oftani sjálvur hevur upplivað harðskap í uppvøkstrinum, ella hava lættari við at finna seg í harðskapi sjálvi.

 

Sambært hagtølum frá Barnaverndarstovu Føroya, so vóru tilsamans 42 fráboðanir um sálarligan, likamligan og kynsligan harðskap móti børnum í 2017. So eftir hagtølunum kunnu vit síggja, at bæði vaksin og børn eru útsett fyri harðskap, antin beinleiðis ella sum vitni til harðskap heima.

 

Ein, sum hevur verið fyri sálarligum harðskapi, ella veri vitni til harðskap í heiminum, skúla ella á einum arbeiðsplássi hava brúk fyri viðgerð sum skjótast. Um tey ikki fáa viðgerð, kunnu tey bera líðingarnar við sær restina av lívinum og um illani vil til, so kunnu tey sjálvi blíva ein, sum fremur harðskap.

 

Tað er við upplýsing, um hvat sálarligur harðskapur er og hvussu hann kann fyribyrgjast, at vit kunnu tálma áganginum. Øll muga læra at seta mørk, bæði fyri hvat vit finna okkum í, og hvat vit útseta onnur fyri. Umráðandi er eisini, at tey, sum eru vitni til, at onnur verða útsett fyri sálarligan harðskap, boða frá.

 

Tað verður oftani sagt, at harðskapur er ikki nakað ein skal finna seg í. Nei, sjálvandi ynskir ongin tað, men ein, sum verður útsettur fyri harðskap verður manipuleraður, so hann veit ikki av tí  fyrr enn tað er ov seint, og tá er oftani long tíð gingin. Skommin er stór og óttin fyri avleiðingunum um at  siga frá er eisini stórur. Tað er hetta mynstrið, ið skal broytast. Tí er tað umráðandi at læra tað, so tíðliga sum gjørligt. Tað er neyðugt, at upplýsing verður veitt  í barnagørðum, skúlum og á arbeiðsplássum, um hvat sálarligur harðskapur er og hvussu og hvar hann verður fráboðaður.

 

Fólkatingið samtykti í apríl mánaði 2019 at seta eina lóg í verk, sum javnsetir kropsligan- og sálarligan harðskap.  Tíðin er komin at vit í Føroyum, sum eitt framkomið samfelag, eisini fáa hesa lóg setta í verk.

 

Rósa Samuelsen

valevni til løgtingið hjá Sambandsflokkinum


RN


Aftur