Nú mugu vit fixa Ptal/ Cpr-avbjóðingina

23. juli 2019



Ríkisumboðið hevur staðfest, at eingin forðing er fyri um føroyingar ynskja danskt cpr-nummar til føroyingar, sum ískoyti til føroyska p-talið, eitt nú í sambandi við sjúkraviðgerð á donskum sjúkrahúsum og atgongd til at avgreiða borgaraspurningar í samband við lesnað, og t.d. at fáa børnini skrivaði upp á listar til barnagarð, skúla o.a. Hetta hevur einki við samband/loysing at gera.

 

Endamálið við at fáa eitt “tal”, sum virkar í bæði føroysku og donsku skipanini er at tryggja, at allir upplýsingar hjá føroyingum eru atkomuligir, har teir skulu brúkast. M.a. sendir føroyska sjúkrahúsverkið umleið 1.500 sjúklingar av landinum árliga og hevur neyvt samstarv við danskar serlæknar, sum eisini koma handavegin at viðgera. Samskiftið um sjúklingar gerst tí umfatandi báðar vegir, og er loysnin, eitt p-tal/ cpr.,  sum virkar í báðum heilsuverkunum, so eiga vit at velja tann leistin, heldur enn at uppfinna djúpa talerkin av nýggjum.

 

Heilsan er tað týdningarmiklasta vit eiga, og tjóðarstoltleikin eigur ikki at sita í eini talgildari talskipan og forða okkum í at velja skilabestu loysnina, okkum øllum til frama.

 

Sambandsflokkurin ynskir at tryggja føroyingum allar bestu fortreytir fyri samstarvi, ikki minst, tá sjúka gerst partur av lívinum, og evnið eigur tí ikki at gruggast av einum loysing/ samband kjaki, men handla um bestu loysnina fyri borgaran.

 

Ingi Mittún
næstformaður í Føroya Væl, Sambandsflokkurin


RN


Aftur