
Sunneva Simonsen Ludvig stillar upp fyri Sambandsflokkin
26. juli 2019
Enn eitt nýtt valevni stillar upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin
Sunneva Simonsen Ludvig er fødd í Klaksvík 12. juli í 1973. Uppvaksin í Hvannasundi og hevur búð í 1 ár í Íslandi, 9 ár í Danmark og 1 ár í Grønlandi.
Hon er gift við Rúna og saman eiga tey 4 børn: Jógvan Elias 26 ár, Peter 17 ár, Lukas 14 ár og Lea Ivalo 7 ár.
Sunneva hevur leingi havt áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum og hon heldur, at tað eru ov fáar kvinnur í føroyskum politikki. Við hennara royndum og innliti, heldur hon seg hava nakað gott at bjóða.
Hon er útbúgvin á Handilsskúla, skrivstovu innan almenna fyrisiting hjá ”Told og Skat” Esbjerg. Umframt tað hevur hon tikið leiðslu í verki AÚ og vinnubúskap AÚ, umframt ymisk bókhalds- og lønarskeið og gingið á kokkaskúla í Klaksvík.
Sunneva arbeiðir í løtuni sum kokkur í sambýlinum í Bøgøtu í Klaksvík, byrjaði í desember 2018. Annars hevur hon arbeitt á skrivstovu, fyri tað mesta arbeitt innan almenna fyrisiting síðan hon varð útlærd í 2000 - hjá Esbjerg Kommunu, Hvannasunds- og Viðareiðis Kommunu. Arbeiddi nakrar mánaðir á skrivstovu hjá Artic Prime í Qaqortoq (Julianehåb) í Grønlandi og á grannskoðanarfyritøku í Klaksvík.
Nevndir og álitisstørv: kassameistari í NHR og nývald í nevndina í Norðoya Sambandsfelag sum kassameistari. Forkvinna í skúlastýrinum í skúlanum á Fossanesi, 2013-2016.
Nøkur av hennara hjartamálum:
- Viðgerðartrygd fyri allar føroyingar
- Viðkomandi gransking
- At skapa góð kor fyri familjuna
- Barnavernd
- Skapa góð kor fyri tey eldru
- Útlendingar og integratión
- Haldførur fíggjar- og búskaparpolitikkur
- Íverksetan og skapandi vinnur
- Tryggir karmar fyri fiskivinnuna
- Ferðavinna
- Skúlamál
- Dagstovnaøkið
- Umhvørvi
- Grønar Føroyar
- Nýggjar tunlar á Borðoynni
- Bara 1 fólkavaldan sess
Sambandsflokkurin
RN
Aftur