
Allan Skaalum stillar upp fyri Sambandsflokkin
28. juli 2019
Eitt nýtt valevni stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið
Allan Skaalum er uppvaksin í Vági og er búsitandi í Tórshavn. Hann er giftur og eiga tey trý vaksin børn.
Allan er búskaparfrøðingur, útbúgvin cand.merc. í leiðslu og marknaðarføring. Hann hevur havt ymisk størv sum fulltrúi, ráðgevi, leiðari og stjóri, bæði hjá tí almenna og í privata vinnulívinum.
Hann hevur stóran áhuga í øllum samfelagsviðurskiftum, hevur gott innlit í heilsuverkið, almennu fyrisitingina og vinnulívið. Seinastu trý árini hevur hann verið umsitingarleiðari hjá Bústøðum.
Í mong ár hevur hann verið nevndarlimur í Diabetesfelagnum.
Allan stillar upp fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval, tí hann heldur tað er betri fyri Føroyar og føroyingar at vera í Ríkisfelagsskapinum, heldur enn uttanfyri.
Um hann skal taka tvey mál fram, sum hava hansara serliga áhuga at arbeiða fyri á løgtingi, so er tað at seta í verk eina skipan við viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum og at fáa gjørt nakað munagott fyri at loysa trupulleikan við bústaðartørvinum.
Um hann verður valdur í løgtingið, fer hann at arbeiða fyri:
- At vit fáa sett í verk eina skipan við viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum, soleiðis at tú kanst koma í viðgerð innanfyri ein mánað eftir útgreinan, og at viðgerðartilboðini til føroyingar skulu vera eins góð, sum íbúgvar í okkara grannalondum fáa
- At fleiri leigubústaðir verða bygdir
- Vinnuligum framburði, sum er ein fortreyt fyri menningini av samfelagnum
- Einum burðardyggari samfelagi, har heimsmálini verða havd í huga, tá samfelagið verður útbygt og ment, m.a. við at umskipa orkunýtsluna til at verða burðardyggari.
- At samhaldsfasta eftirlønaruppsparingin ikki verður skattað bæði við inngjald og útgjald, soleiðis sum hon verður í dag
- At grundarupphæddin í fólkapensjónini verður hækkað aftur til tað, sum hon var áðrenn lækkingina
- At tað skal standa øllum í boði at fáa útbúgving, lærupláss ella á annan hátt at førleikamenna seg
- Javnrættindum og javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum
Sambandsflokkurin
RN
Aftur