Fígging av arbeiði móti rúsevnismisnýtslu

27. juli 2019



Her er nakað, sum ikki er í lagi hjá okkum.

 

Fyri nøkrum døgum síðan hoyrdu vit, at Heilbrigdi skuldi steingja í fleiri vikur vegna vantandi játtan, og í Degi & Viku, týsdagin varð sagt, at tað ongantíð hava verið so nógv rúsevni millum ung sum nú.

 

Samstundis velur landsstýrið 0,5 milliónir um árið í 3 ár til Chad at hjálpa ungum har við rúsevnistrupulleikum - bara gott um tað. Har skulu vit eisini gera okkara part.

 

Men, hvat við øllum teimum, sum hava trupulleikar í okkara egnað landi og hvat við øllum teimum, sum mest sannlikt fara at fáa trupulleikar av rúsevnum?

 

Sum støðan er nú í Føroyum, so tørvar m.a. tollvaldinum nógv meira orku til eftirlit og á hinari síðuni eru tað ikki nóg nógv viðgerðarpláss í landinum og tey, sum eru, mugu steingja vegna ov lítla játtan, tá allar mest er brúk fyri teimum, nú tá stevnur og festivalar eru og rúsevni tykjast at verða ein sjálvsagdur partur av teimum.

 

Á heimasíðuni hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum sæst, at tað eru 8 pláss á Eiði til ung millum 18 og 25 ár, og tað stendur als ikki mát við tørvin.

 

Heilbrigdi og Blákrossheimið hava 35 pláss og tað nøktar heldur ikki tørvin.

 

Ferðafólkatalið er støðugt vaksandi, men tað sæst ikki hjá tollvaldinum, at tað koma fleiri fólk í starv har, og tað ger neyvan eftirlitið við rúsevnum betri. 

 

Eg spyrji meg sjálva, hvar er okkara solidaritetur ella um hann er har.

 

Vit eiga at hjálpa, har tað er brúk fyri tí, men tað er ikki í lagi, at vit forsøma okkara egnað fólk.

 

Játtanin til tollvald og viðgerðarstovnar eigur at hækkast og eisini eigur landið at útvega fleiri pláss til ung við rúsevnismisnýtslu, so vit í nógv størri mun taka hond um teir trupulleikar, sum gerast alsamt størri.

 

Sunneva Simonsen Ludvig

valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur