Ingi Mittún stillar upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin

8. august 2019



Ingi Mittún er starvsnevndarlimur í Sambandsflokkinum og næstformaður í Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy.

 

Hann hevur konu og 3 børn og er ættaður, uppvaksin og búsitandi í Havn, men hevur eisini sterkar røtur til Selatraðar, haðani mamman er ættað.

 

Ingi er búskaparfrøðingur, útbúgvin Cand.Merc.Dat., sum er ein útbúgving innan búskap, leiðslu og teldufrøði. Hann hevur upprunaliga bankaútbúgving og hevur starvast bæði innan privatu vinnuna, m.a. í alivinnuni, og innan tað almenna. Seinastu árini hevur hann starvast sum fíggjarstjóri á Landssjúkrahúsinum.

 

Tá Ingi stillar upp fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval, er tað m.a. tí hann vil skapa betri karmar fyri vinnulív og íverksetarar, eins og hann vil, at vit skulu hava eitt heilsuverk í heimsklassa, við viðgerðartrygd og góðsku, sum kann samanberast við bestu sjúkrahús í verðini.

 

Við royndunum innan KT, bankavirksemi, aling og almennari fyrisiting, hevur Ingi gott innlit í, hvat skal til fyri, at vinnan kann fáa góðar og støðugar karmar at virka undir.

 

Almenna fyrisitingin skal ikki leggja fótonglar fyri vinnuna, men heldur skapa henni góð gróðrarlíkindi.

 

Um Ingi kemur á Ting, fer hann m.a. at arbeiða fyri, at:

 

- Føroyar skal vera eitt samfelag fyri øll

- Vit skulu hava eitt heilsuverk í heimsklassa

- Vinnan fær góð gróðrarlíkindi

- Skapa bústaðarmøguleikar fyri øll, íroknað fólk við serligum tørvi

- Vit fáa einar grønari Føroyar

- Nútímansgera og menna Ríkisfelagsskapin

- Tryggja, at ferðavinnan verður væl skipað

- Tryggja føroyingum rætt at ganga í høgunum, uttan gjald

- Skapa góðar og virðiligar karmar um okkara eldri borgarar

- Skúlaverkið, íroknað læraraútbúgvingina, skal fáa bestu karmar at virka undir 

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur