Rætt at hækka grundarupphæddina

9. august 2019



Síðan broytingin í eftirlønarskipanini er farin at virka, hevur nógv verið tosað um Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin, har inngoldnu upphæddirnar bæði verða skattaðar við inngjald og útgjald, ella tvær ferðir, sum rætt er at siga.

 

Her er einki nýtt undir sólini. Samhaldsfasti hevur altíð verið skattaður tvær ferðir fyri at fáa tað upp á pláss.

 

Seinastu tíðina og serliga nú uppundir val, er einki óført. Samhaldsfasti skal verða skattafríður.

 

Um tað er eitt idiologiskt sjónarmið og partur av einum valstríði, hvar fokus verður lagt á skatta- og avgjaldspolitikk, kundi okkurt bent á.

 

Um hesin styrkur varð skattafríður, hevði hetta kostað land og kommunum 200 mió. kr. um árið. At turka valstríð og onnur gjøld upp á kommunurnar, er ein óskikkur. Kommunurnar gera eisini langtíðarætlanir við framtíðarútlitum, og tí má hesin óskikkur at skriva rokningar upp á kommunurnar halda uppat.

 

Sambandsflokkurin vil lata Samhaldsfasta hava frið og liva sítt egnað lív stýrdur av pørtunum á fría arbeiðsmarknaðinum. Men vit vilja styrkja ella endurreisa grundupphæddina, sum hevur verið fyri niðurskurði.

 

Um vit høvdu hækkað grundupphæddina við 1.000 kr. mánaðarliga til tey, sum bara hava fólkapensiónina at liva av, fyri at nevna eitt tal, hevði hetta kostað landskassanum einar 80 mió. kr. árliga.

 

Hetta hava tey uppiborið aftaná eitt langt arbeiðslív.

 

Eivin H. Jacobsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur