Saman standa vit sterk

12. august 2019



Ríkisfelagsskapurin er ikki væl lýddur av øllum, men tað má vera fáur føroyingur, ið ikki hevur notið gott av honum, so ella so.

 

Hvørt ár á Ólavssøku fegnast okkara ungdómur um upptøku á donskum lærustovnum. Og hvør kennir ikki til føroyafrádrátt, lestrarstuðul og bústaðarstuðul í hesum sambandi, bara fyri at nevna nøkur mál.

 

Jú, møguleikarnir eru nógvir við at standa saman; ikki minst, tá talan er um heilsuverkið.

 

Føroysku flogførini flyta dagliga sjúklingar til Danmarkar til viðgerð, tí tað strekkir ikki til við tí hjálp, vit kunnu bjóða her heima. Hugsa tær til, ein flogtúrur uppá 2 tímar, og so ert tú í serkønum hondum, enntá í einum landi, har tú ikki hevur máltrupulleikar. “Men vit mugu gjalda fyri tað”, verður sagt. Tað er rætt, og sjálvsagt skulu vit tað. Alt kostar, eisini at fáa viðgerð á okkara egnu sjúkrahúsum. Hetta kann als ikki gerast upp í krónum og oyrum. Her snýr tað seg um lagnur, og tí mugu vit gera alt tað, vit eru ment, fyri at betra um okkara møguleikar innan heilsuverkið.

 

Við at tryggja føroyingum viðgerðartrygd, kunnu vit stytta um longu bíðitíðirnar, ið kunnu vera innan heilsuverkið. Hetta haldi eg vera eitt av tí, ið er vert at arbeiða fyri á Løgtingi soleiðis, at føroyingar kunnu gerast beinleiðis partur av donsku skipanini um viðgerðartrygd.

 

Sambandsflokkurin er í roynd og veru einasti sambandsflokkur í Føroyum í dag.

 

Vit ganga fult inn fyri Ríkisfelagsskapinum, og vit vilja á ongan hátt minka um ríkisveitingina. Vit verða javnan minnt á ov lítla játtan til heilsuverkið, skúlaverkið, til sálarsjúk, og til børn og ung við serligum tørvi, fyri at nevna nøkur mál. Kunnu vit loyva okkum at siga nei takk til stuðul, tá tað eru so nógvir stovnar, ið als ikki klára seg við tí, teimum er játtað? Tað er tí sera umráðandi, at vit halda fast við ríkisveitingina, og at Løgtingið arbeiðir fyri at raðfesta hesi økini hægri.

 

Fyri at náa hesum málum er neyðugt at velja ein sterkan Sambandsflokk inn á Løgting.

 

Alvi Mortensen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur