Neyðugt við langtíðarætlanum og fíggjarligari raðfesting

13. august 2019



Vit síggja, at flest øll yvirbjóða við krøvum og ynskjum, og alt skal vera gratis. Hvat merkir tað fyri okkara vælferðasamfelag, at alt skal fíggjast yvir skattin og hvat gongur tað útyvir.

 

Eitt framkomið samfelag vil tryggja borgarum vælferðartænastur, so sum eitt gott heilsuverk, skúlar, barnagaðar, ellis-og røktarheim, rehabilitering o.a. Okkara infrakervið er niðurslitið, tí man hevur játtað alt og lítið til viðlíkhald av vegum, tunlum o.s.fr.

 

Vit hava í dag eina samferðslu, har so at siga allir rutubátar eru niðurslitnir og ótíðarhóskandi, alt vegna vantandi viðlíkhald og ongin útskifting ella nýíløgur eru gjørdar, tí man hevur ikki raðfest hettar nóg ovaliga.

 

Vit síggja dag og dagliga, at fólk ynskja, at alt skal vera ókeypis - tænastur skulu onki kosta. 

 

Men hettar letur seg ikki gera, tí alt kostar. Spurningurin er bara, hvat tað gongur útyvir at koyra alt yvir skattin, jú vanligt viðlíkhald, nýíløgur, viðlíkhald av okkara so týdningarmiklað infrakervi fyri at flyta fólk og farm til og frá bygd og bý.

 

Tí er neyðugt at endurskoða allar hesar skipanir, sum ár eftir ár hava fingið eina minni játtan. Hetta gongur nú út yvir viðlíkhald og okkara infrakervi, og samferðsluøkið er afturúrsiglt.

 

Vit mugu hava eina aðra tilgongd til játtanir, so at pengar verða settir av í eitt langt áramál frameftir, so vit nýtímansgera okkara samferðslu og viðlíkhalda vegir og tunnlar, sum hóska til eitt framkomið samfelag.

 

Vit mugu burtur frá vanahugsan “copy and paste” og ikki bara játta sum árið framanundan, tá vit gera eina fíggjarætlan.

 

Vit skulu arbeiða meira yvirskipa og framatrættað og játta pening til langtíðarviðlíkhald, eins og eina meira professiónella tilgongd til nýíløgur til nýbygging av ferjum, sum hóska einum framkomnum samfelag.

 

Tí er neyðugt við einum serkum Sambandsflokki - við Sambandsflokkinum inn í framtíðina.

 

Annfinn Brekkstein

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur