Frimodt Rasmussen stillar upp fyri Sambandsflokkin

14. august 2019


Eitt nýtt valevnið við vinnuligari bakgrund stillar upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið


Frimodt Rasmussen er føddur í 1968 og er uppvaksin í Klaksvík. Hann er giftur Lindu og saman eiga tey 5 børn.

 

Frimodt Rasmussen er stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð (KSS). Hann er útbúgvin maskinsmiðjur og maskinmeistari.

 

Hann sigldi í nøkur ár sum maskinmeistari við føroyskum, grønlendskum og norskum skipum, til hann fór uppá land at arbeiða í alivinnuni. Tey seinastu nógvu árini hevur Frimodt fingist við skip. Fyrst arbeiddi sum inspektørur í nøkur ár, til hann saman við øðrum keypti KSS.

 

Frimodt hevur valt at stilla upp til hetta løgtingsvalið, tí at hann heldur, at vinnulívsfólk  í alt ov stóran mun halda seg aftur frá politiskum arbeiði. Hann metir, at um vinnulívsfólk ikki eisini eru umboðað í Løgtinginum, so er skjótt, at tingarbeiði ikki í nóg stóran mun tekur atlit til tann partin eisini.

 

Hann brennur eisini fyri, at vinnulívið í Føroyum kann fáa fleiri bein at standa á. Fyri kortum var hann ein av teimum í ”Dygdarskip”, ið løgdu fram, at vit eiga at byrja at smíða skip í Føroyum.

 

Frimodt hevur nær tilknýti til fiskivinnuna, og dugir at síggja, at um karmarnir um fiskivinnuna ikki verða gjørdir tryggari, so fer ongin endurnýggjan av fiskiskipaflotanum at fara fram.

 

Av tí at yngsta dótturin hjá Frimodt og Lindu ber brek, so hevur hann eisini fingið innlit í tær avbjóðingar, tey við serligum tørvi og familjur teirra hava. Tann almenna skipanin tekur ikki hædd fyri, at tey, ið hava serligan tørv, hava hann alt árið.

 

Nú løgtingsval er útskrivað í hægstu feriutíð, eru tað fleiri familjur við fólki við serligum tørvi, sum stríðast fyri at fáa dagin at hanga saman. Tað gongur eisini út yvir ta menning, ið tann, ið hevur serligan tørv, er í. Hetta metir hann ikki verða gott nokk.

 

Sambandsflokkurin


RN


Aftur