Ein arbeiðsmarknað samansettan av ungum og eldri

14. august 2019



Á seinasta løgtingsvalinum varð spurningurin um at hækka pensiónsaldurin upp til 70 ára aldur nógv umrøddur. Ymiskar meiningar vóru um hetta var rætt.

 

Ørsøkin skuldi vera, at fólk vórðu betri fyri likamliga í dag, enn fyri 20-30 árum síðan. Okkara lívsgóðska, viðgerðarhættir høvdu viðvirka til, at vit livdu longri og eru betri fyri.

 

Hesin spurningurin fær ikki eins nógva rúmd  í dag, og spurningurin um tað er neyðugt. Vit skulu tryggja, at tey, sum kunnu og hava hug at verða á arbeiðsmarknaðinum eftir pensiónsaldur kunnu verða tað - og at tað  gevur meining og loysur seg.

 

Ì vár vórðu undirskriftir savnaðar inn og handaðar rættarnevndini um fráfaringaraldur - ein sera viðkomandi spurningur. Uppskotið handlaði um at tryggja og banna mismuni á arbeiðsmarkaðinum vegna aldur.

 

Sum nevnt varð í skrivinum, sum skuldi verða ein fiks loysn í kreppuárinum, var eitt átak um at lækka fráfaringaraldurin - hetta fyri at ung skuldu sleppa framat. Hugskotið er gott fyri tey ungu, men vit gloyma, at lívsroyndir saman við fakligari vitan foreldis ikki. Serliga í hesum døgum, har eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er stórur.

 

Tað virkar sum eitt tómrúm er komi ímillum tíðarskeið, tá tú nærkast fráfaringaraldrinum, og tá tú hevur brúk fyri almennum tænastum, orsakað skerdum likamligum førleikum. Her kann verða talan um fleiri ár. Longdin á hesum tíðarskeiði er ymiskt frá persón til persón.

 

Her kann verða eitt tíðarskeið, har ongin trupulleiki er at verða á arbeiðsmarknaðinum fyri nøkur, um man hevur hug til tað, meðan onnur mugu gevast av heilsuáðum.

 

Okkara pensiónskipan leggur ikki upp til, at vit fáa eitt virkið arbeiðslív eftir fráfaringaraldur.

 

Er tú vanligur fólkapensionistur, sum hevur førleikan og dámar at arbeiða, verður tú revsaður við teimum seinast forvunnu krónunum.

 

Orsøkin til, at fólk vilja verða longst møguligt á arbeiðsmarknaðinum kunnu verða fleiri.

Tú dámar at arbeiða ella tú hevur bara vanliga fólkapensión, hóast hon er hækkað nakað.

 

Her áttu betringar at verið gjørdar til fyrimuns fyri seinast forvunnu krónuna, og ikki minst tørvin á arbeiðsmegi.

 

Okkara høvuðsvinna byggir í ávísan mun á sesongarbeiði, hetta kundi verið ein upplagdur møguleiki at loyst ein trupulleika um arbeiðsmegi.

 

Ein arbeiðsmarknað við ungum tilkomum og eldri, sum hava orkuna og viljan at arbeiða, kann verða ein góður og mennandi samansetningur.

 

Eivin H Jacobsen

valevni Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur