
Samanhald og ikki spjaðing
15. august 2019
Eg eri sera stoltur av at hoyra til ein flokk, sum ikki útihýsur øðrum flokkum í einum samstarvi.
Eg eri stoltur av at fremsta mál og slogan hjá okkara flokki er, at “ Samstarv er vegurin fram” - hetta ljóðar banalt og einfalt.
Men tíðin í politikki hevur lært meg, at tann besti eginleikin hjá einum politikara og flokki er at megna samstarv.
Vit eru knapt 52.000 fólk, og vit hava ikki ráð í okkara fólkaræði at útihýsa stóran part av okkara landsmonnum.
Lat okkum standa saman, heldur enn at spjaða.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður og valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin
RN
Aftur