Ein fólkaskúli fyri øll - men er hann nú tað?

15. august 2019



Vit vilja hava ein av heimsins bestu fólkaskúlum, sum er fyri øll. Men um hetta skal eydnast, er neyðugt at geva fólkaskúlanum betri kor.

 

Vantandi tímar til børn við avbjóðingum

Hendan skipan má endurskoðast, so at leiðslurnar í fólkaskúlanum ikki skulu sita og berjast um hvønn einasta tíma til børnini, sum hava tað trupult. Vit mugu fara frá, at børnini bara eru eitt tal á einum Excel-arki, men nakrir samfelagsborgarar, sum skulu hava síni rættindi. 

 

Vit mugu fáa hugtakið inklusión aftur á breddan

At fáa inklusión inn í fólkaskúlan. At vit gera eina ætlan fyri, hvussu vit arbeiða við børnum við serligum avbjóðingum, sum ein inkluderandi partur av barnabólkinum. At barnið fær tað, tað hevur brúk fyri í nærumhvørvinum. At man arbeiðir so nógv sum gjørligt í barnabólkinum, har barnið hevur sínar vinir og fríðtíðarítriv.

 

Øll vilja vit hoyra til ein felagskap, tí tað er har, man mennist og trívist best.

 

Undanfarna samgonga syrgdu fyri, at sálarfrøðingar blivu settir inn í miðnámsskúlan, sum er eitt fantastiskt átak. Men eg haldi, at vit mugu gera hetta átak fyrr, so vit hjálpa børnunum nóg tíðliga. Vit síggja alt ov nógv børn, sum ikki trívast í fólkaskúlanum í dag.

 

Børn við serligum avbjóðingum

Tá tað kemur til børn við serligum avbjóðingum, haldi eg at ketan ofta slitnar millum sálarfrøðiligu ráðgevingini og barnið. Hetta tí tann námsfrøðisligi parturin vantar í ketuni. Vit fáa ikki námsfrøðingar inn í fólkaskúlan, tí vit vanta skipaði viðurskifti hjá námsfrøðinginum í fólkaskúlanum. Her hugsi eg serliga um lønarviðurskifti og arbeiðsreglur.

 

Námsfrøðingurin er tann, sum skal standa fyri relatiónini til barnið og skipa dagligdagin hjá barninum við serligum avbjóðingum. 

 

Hví ikki hyggja eftir, hvussu okkara norðurlond gera, har er settur ein námsfrøðingur inn í 1., 2. og 3. flokk.

 

Eg veit, at tað kemur at kosta, men spurningurin er, um tað ikki kostar enn meira í síðsta enda, um vit onki gera.

 

Lærarir skulu aftur til at taka sær av undirvísingini, aftur til at hava fokus á at skipa undirvísingina og skipa dagin saman við námsfrøðinginum.

 

Teir vanligu næmingarnir, teir serliga dugnaligu næmingarnir og næmingarnir við serligum avbjóđingum, skulu allir hava teir allarbestu karmarnar fyri góðari innlæring.

 

Lærararnir eru best til at læra frá sær, so at børnini búnast til framtíðina. Tađ er frálæruna, ið teir skulu hugsavna seg um.

 

Tvørfakligt samstarv

Eitt tvørfakligt samstarv má til fyri at røkka einari góðari loysn fyri fólkaskúlan. 

 

Teir fakbólkar, sum varða av økinum, mugu samstarva um tað dýrabarasta vit eiga, so øll koma út sum vinnarar, børnini, fólkaskúlin og ikki minst foreldrini.

 

Eg fari, saman við Sambandsflokkinum, at gera mítt fyri at betra viðurskiftini hjá børnum við serligum avbjóðingum í fólkaskúlanum.

 

Setið X við Anju Haldansen á lista B

 

Anja Haldansen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

 


RN


Aftur