Heilsa og heilsuverkið

16. august 2019



Eg vil arbeiða fyri, at vit seta í verk eina skipan við viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum, soleiðis at tú kanst koma í viðgerð innanfyri ein mánað eftir útgreinan. Eisini vil eg arbeiða fyri, at viðgerðartilboðini til føroyingar eru eins góð, sum tey fáa, sum búgva í okkara grannalondum, og at ein diabetesmiðstøð verður sett á stovn.

 

Eins góð viðgerðartilboð

Sjúkrahúsverkið er ein av teim grundleggjandi súlunum, sum samfelagið byggir á. Í mong ár hevur stór orka verið løgd í at spara og at fáa játtanina at røkka, uttan at tað hevur verið tryggjað, at heilsutænasturnar verða varðveittar og mentar.

 

Føroyska sjúkrahúsverkið er ikki á støði við hini norðurlondini á øllum økjum. Men tað skulu viðgerðartilboðini vera. Tað kunnu tey vera, partvís við at viðlíkahalda og menna viðgerðartilboðini her heima og partvís við samstørvum við onnur sjúkrahús, sum hava fakøkir og hentleikar, sum vit ikki kunnu hava í einum heilsuverki av tí stødd, sum okkara er.

 

Røkt og endurvenjing

Av tí, at tað mangla ressursir til alt heilsuverkið, verður røktar- og endurvenjingarøkið niðurraðfest í mun til lívsneyðugu funktiónirnar. Røktar- og endurvenjingarøkið fær ikki ta játtan og útgerð, sum skal til, fyri at kunna lyfta sína uppgávu.

 

Vit hava eina røktar- og endurvenjingarskipan, sum eigur at vera betri. Har eru alt ov nógv dømir um at fólk, sum hava fingið ein varðandi skaða, ikki fáa tey tilboð, sum skulu til, fyri at tey kunnu klára seg sjálvi best møguligt. Hvat nyttar tað at hjálpa fólki at yvirliva ein skaða ella heilsutilburð, og so ikki kunna bjóða teimum tað, sum skal til, fyri at tey eisini skulu kunna koma at virka aftur í samfelagnum? Við manglandi røktar- og endurvenjingartilboðum verða hesi fólkini fullkomuliga bundin at tí hjálp, sum avvarðandi kunnu veita teimum. Og um tey ikki hava nakran, sum kann hjálpa teimum, eru tey slept uppá fjall.

 

At rætta upp á hesi økini er ein stór hjálp fyri tey avvarðandi og ein vinningur fyri sjálvsvirðið og lívsgóðskuna hjá teim fólkum, sum hetta snýr seg um. Eisini er tað ein fíggjarligur vinningur fyri samfelagið, sum harvið fær fleiri borgarar, sum aftur kunnu gerast virknir samfelagsborgarar.

 

Kommunulæknaskipanin

Ein fortreyt fyri einum góðum heilsuverki er ein vælvirkandi kommunulæknaskipan. Fleiri kommunulæknar eru settir í seinastuni. Men tað er ikki nóg gott, at vit enn hava fleiri ósett kommunulæknastørv. So leingi, sum kommunulæknastørvini ikki eru sett, er úrslitið, at teir kommunulæknar, sum vit hava, fáa alt ov nógv at gera. Har sum avloysarar røkja størvini, koma sjúklingar at uppliva at hava skiftandi læknar, og kennist tað ikki altíð nóg trygt fyri sjúklingin. Tað má áhaldandi gerast eitt arbeiði fyri at tryggja, at kommunulæknaskipanin er nóg væl mannað.

 

Íløgur fyri at innheinta tað, sum heilsuverkið er afturút

Ein neyv ætlan má vera løgd fyri, hvussu vit innheinta tað, sum okkara heilsuverk er afturút. Roknast má við, at tað kostar og tekur tíð at innheinta ta niðurlaging, sum hevur staðið uppá í mong ár. Síðani má heilsuverkið fáa tað játtan, sum skal til fyri at tryggja, at støðið heldur sær har, sum tað skal vera.

 

Farast má av álvara undir eina tilgongd, har vit fáa eina betur skipaða rekruttering av læknum, bæði til sjúkrahúsverkið og kommunulæknaskipanina, soleiðis sum formaðurin í læknafelagnum fleiri ferðir hevur víst á. Í heila tikið skal tað gerast meira áhugavert at arbeiða í føroyska heilsuverkinum, og meira skal gerast fyri at fáa fleiri at velja at fáa sær útbúgvingar sum heilsustarvsfólk.

 

Diabetesmiðstøð

Diabetes verður ein alt størri avbjóðing fyri heilsuverkið. Ein diabetesmiðstøð skal setast á stovn eftir tí leisti, sum Novo Nordisk grunnurin hevur skotið upp. Miðstøðin kemur at arbeiða tætt saman við sjúkrahúsunum, kommunulæknaskipanini, granskingarumhvørvinum og Setrinum. Á diabetesmiðstøðini verður m.a. skipað fyri undirvísing fyri fólki, sum hava diabetes, undirvísing av heilsustarvsfólki og gransking á diabetesøkinum.

 

Viðgerðartrygd

Miðal livialdurin í Føroyum er hækkaður seinastu árini. Vit hava hægri miðal livialdur enn Danmark, men eitt vet lægri enn Ísland, Noreg og Svøríki hava. Tað krevur nógv av okkara heilsuverki framhaldandi at kunna hava so lutfalsliga góða plasering á listanum yvir lond, sum vit ofta samanbera okkum við.

 

Viðgerðartilboð og fakligheit má altíð vera á einum samanberiligum støði við tað, sum grannalondini hava, um vit skulu hava eitt heilsuverk, sum skal kunna samanberast við hini norðurlondini. Ein skipan við viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum er ein sjálvsagdur partur av uppraðfestingini av okkara heilsuverki, har tað verður tryggjað, at tú kemur í viðgerð innanfyri eina rímuliga tíð, aftaná at funnið er fram til, hvat tær bagir.

 

Upplýsing, fyribyrging og frítíðar- og mentanartilboð

Ein orsøk til positivu gongdina viðvíkjandi miðal livialdrinum er, at vit eru væl við, tá tað kemur til upplýsing og fyribyrging. Her kann vísast á tað góða arbeiði, sum Fyribyrgingarráðið, Ráðið fyri Ferðslutrygd og onnur standa fyri. Sjúklingafeløgini gera eisini eitt stórt arbeiði at vegleiða sínum limum og vísa teimum, sum varða av heilsuverkinum á, tá eitthvørt haltar í mun til tann sjúklingabólkin, sum tey umboða.

 

Ítrótturin, tónleikatiltøk og onnur mentanartilboð, sum mong brúka nógva tíð og orku uppá at fáa at virka, og sum er so gott fyri samanhaldið og trivnaðin her í landinum, hava stóran týdning á lívsgóðskuna og heilsuna hjá okkum. Stórur parturin av hesum virksemi er grundað á sjálvboðið arbeiði. Men har tað á hesum økjum er neyðugt, at tað almenn stuðlar undir, eigur tað at verða gjørt, tí her skal vera gott at liva.

 

Allan Skaalum

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur