Suðuroy, tú mundi doyð

16. august 2019



“Suðuroy, tú mundi doyð”. Soleiðis sungu menninir handan Pipar & Salt fyri nøkrum árum síðani. Hetta var meint sum skemt, men at orð teirra næstan gingu út, var ikki langt burtur.

 

Einasta lív her á fjørðinum var onkur hissini útróðrarbátur, ein alibátur, damlandi æður og so Smyril. At støðan var tann sama kring alla oynna, var eyðsýnt. Tí var tað í tøkum tíma og sera gleðiligt, at fyrst Varðin Pelagic saman við lokalum kreftum fór undir at nútímansgera og byggja út gamla flakavirki á Tvøroyri til pelagiskt virksemi, og at Bakkafrost seinni lat upp aftur fyrrverandi Polarfrost á havnarlagnum í Vági til laksaframleiðslu.

 

At hesar báðar fyritøkurnar hava broytt nógv og fingið fólk í oynni at síggja meira bjart uppá støðuna, er týðuligt. Og kommunurnar í oynni fáa tiltrongdar skattainntøkur. Vit kunnu eisini gleðast um, at Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja eina nýmótans smoltstøð í Ónavík, og at Varðin Pelagic fer at byggja út til Surimi framleiðslu og seinni til Mjølframleiðsu. Tað førir við sær meiri støðugt arbeiði umframt nýggj størv.

 

At tað gongur vinnuni væl hevur stóra ávirkan á, hvussu fólkið hevur tað, og at tey støðast, serliga í útjaðaranum. Tí vil eg vera við til at arbeiða fyri, at vinnan hevur góðar karmar at virka undir.

 

Eitt av økjunum, sum somuleiðis er avgerandi fyri, at útjaðarin kann hava tað gott er, at samferðslan koyrir regluliga og væl. Sambandsflokkurin miðjar í síni valskrá ímóti, at koyrandi skal vera millum Suðuroynna og miðstaðarøkið í 2030. Hesum taki eg avgjørt undir við, og vil eg arbeiða fyri tí, um eg verði valdur inn á løgting.

 

Men fram til 2030 mugu vit leggja okkum eftir at hava eitt støðugt og vælvirkandi samferðslukervi, sum klárar at flyta fólk og fæ aftur og fram regluliga og á ein nútímans hátt. Um ikki, verða vit skjótt afturútsigld, serliga tá hugsað verður um vinnuna. Fólk í útjaðarinum hava ofta fyri neyðini at ferðast til miðstaðarøkið, tað verið seg í arbeiðsørindum, til fundarvirksemi, í læknaørindum, til ítrótt ella í samband við ørindi uttanlanda.

 

Sum suðuroyingur sigli eg javnan við Smyrli. Eftir at hava sitið umborð eina løtu ljóðar ein rødd í hátalaranum, sum bjóðar tær vælkomnum, og sum sigur, at túrurin um Suðuroyarfjørð tekur 2 tímar. Og tað hevur eisini verið galdandi í nógv ár, tá veðrið hevur verið til vildar. Men hetta seinasta hálva árið hava vit upplivað, at túrurin – næstan uttan undantak, og í fínasta veðri - tekur út við 2 ½ tíma. Seinkanin hevur við sær, at fólk verða ov sein til Bygdaleiðir, og at fleiri klára ikki at yvirhalda tær avtalur, ið tey ferðast norðureftir til.

 

Orsøkina til hesar seinkingar kenni eg ikki. Kann hon vera manglandi viðlíkahald? Um so er mugu vit vóna, at trupulleikin verður loystur nú, Smyril fer í dokk. Er orsøkin ein onnur, má hon loysast sum skjótast, so Smyril aftur kann sigla eftir ferðaætlanini.

 

Alvi Mortensen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur