Ítróttarklinikk - ein sjálvfylgja!

16. august 2019



Vit fegnast øll, tá tað eydnast føroyskum ítróttarfólkum at gera seg galdandi í altjóða kappingum. Nógv verður lagt fyri hjá ítróttarfeløgum - sambondum og hjá einstøkum ítróttarfólkum og liðum, fyri at gerast alsamt dugnaligari. Óteljandi eru teir tímarnir, sum okkara dugnaligu ítróttarfólk brúka til venjingar, fyri at kunna standa mát í teimum mongu kappingunum, sum tey kunnu taka lut í.

 

Tíverri so hendir tað eisini, at okkara ítróttarfólk gerast skadd í venjingum ella í kappingum. Tá er sera umráðandi, at serfrøði er til taks beinanvegin, sum kann staðfesta, hvønn skaða talan er um og hvussu besta viðgerðin verður sett í verk alt fyri eitt. Hjá ítróttarfólki er soleiðis, at tann venjingarstøðan tey eru í, tá skaðin hendir, fer serstakliga skjótt fyri skeytið, um viðgerð ikki verður bjóðað beinanvegin - og tað tekur sera langa tíð at náa aftur á sama støði, um bíðað verður ov leingi. Eins og fyri øll onnur, so er umráðandi hjá ítróttarfólki, at tey ikki koma í eina bíðirøð fyri at fáa staðfest, hvønn skaða talan er um, og so í eina aðra bíðirøð fyri at fáa røttu viðgerðina.

 

Tað snýr seg ikki um, at ítróttarfólk skulu hava meira ella annað enn onnur, men at tey fáa hjálpina, tá tað er brúk fyri tí. Viðgerðartrygd.

 

Tað er heldur ikki soleiðis í dag, at serkunnleikin til ítróttarskaðar er samskipaður á nakran hátt. Hann er meira at kalla spjaddur runt um í heilsuverkinum og ongin politiskur málsetningur er um, at vit skulu verða serliga frammalaga á hesum økinum. Tað er eitt sindur av eini andsøgn. At vit leggja nógva orku og nógvar pengar í at verða í oddinum ítróttarliga - men ikki hava nakað mál og mið, tá tað snýr seg um at taka okkum av skaðunum hjá ítróttarfólki.

 

Tað er tí so upplagt í míni verð, at allar góðar kreftir verða brúktar til at samla og menna serfrøðina innan ítróttarskaðar í Føroyum. Her eigur okkara heilsuverk at verða oddvitin í at skapa eina serliga ítróttarklinikk, sum samlar tann serkunnleika, sum er í sjúkrahúsverkinum, millum privatpraktiserandi serfrøðingar og teir dugnaligu fysioterapeutarnar, sum arbeiða fyri seg sjálvan við ítróttarskaðum. Eisini eiga ítróttarsambondini at verða áhuga í hesum og gerast ein partur av slíkari klinikk. Her kundu okkara ítróttarfólk so fingið skjóta útgreinan og staðfestan av tí skaða, sum er íkomin og fingið verksett ta røttu viðgerðina beinanvegin. Hetta hevði komið øllum ítróttinum til gagns.

 

Um ein slík klinikk verður løgd á Tvøroyri, í Klaksvík ella í Havn er fyri so vítt líka mikið og staðsetingin eigur at verða tikin av teimum fakfólkum, sum hava best hilling á, hvar mest fæst burturúr og hvat er skilabest.

 

Um eg verði vald á Løgting, so er ein ítróttarklinikk og ein málsetningur á hesum økinum eitt av teimum málum, sum eg vil arbeiða fyri.

 

Sunrid Traðará

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur