Ein loysn finnast á flutninginum um skopunarfjørð!

16. august 2019



Vit hava eina góða ferju at føra fólk og bilar yvir um fjørðin og manningin ger sítt ítasta til at hetta skal glíða so væl sum gjørligt‚ men kapasitetin fáa teir einki gjørt við.

 

Trupulleikin er heilt einfalt tann‚ at tað eru ov fáir túrar um fjørðin og hetta loysist bara við, at Teistin siglir allan dagin ella við at seta eina ferju afturat inn á Sandoyarleiðina.

 

Tá Vágatunnilin varð gjørdur sigldu tvær ferjur allan dagin‚ sama tá ið Norðoyatunnilin varð gjørdur.

 

Og nú, tá ið Sandoyggin er komin har til, at tunnilin verður gjørdur, heldur samgongan, at ferðslan um fjørðin kann ganga sum vanligt. Tað er "galematias"!

 

Longu nú síggja vit stórar maskinur, betongbilar og lastbilar í stórum tali, koma um fjørðin.

 

Arbeiðið uppá dalstunnilin er eisini byrja og um ikki so langa tíð byrjar arbeiðið uppá virkið, sum Bakkafrost skal gera í Skálavík.

 

Alt hetta, eru vit í Sandoyar sýslu sera glað fyri, ein menning, sum vit ikki kunnu verða fyri uttan.

 

Tó mugu vit, sum búgva og búleikast her, hava møguleika at ferðast um fjørðin.

 

Vinnulívið hevur tørv á, at farleiðin er brúkilig. Um flakavirkið í Skopun ikki fær fisk suður‚ so steðgar arbeiðið upp. Eg kundi eisini nevnt eitthvørt annað arbeiðspláss á oynni.

 

Farleiðin um Skopunarfjørð er okkara lívæðr og ein lívæðr skal haldast opin.

 

Hetta skal eg arbeiða fyri, verði eg valdur.

 

Sámal Hanni Lognberg

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur