Íróttardeild á Klaksvíkar Sjúkrahús

16. august 2019



Ítróttin í Føroyum hevur heilt ótrúliga nógvar íðkarar - í nógvum ymsum greinum. Støðið er sjálvsagt sera ymiskt, men vit síggja tó, at støðið sum heild hækkar meira og meira.

 

Heilsuverkið hjá okkum er gott og fevnir um sera nógv øki. Sambandsflokkurin ynskir, at fleiri serlæknar skulu setast, so viðgerðartrygd fæst niður á 30 dagar. Sum støðan er í dag, bíða nógv til dømis eftir at sleppa í skannara í fleiri mánaðir.

 

Tað er ikki gjørligt at fáa optimala viðgerð fyri alt her heima. Tí skulu fleiri serlæknar, ið kunnu viðgera tær mest vanligu sjúkurnar og skaðarnar setast, soleiðis at flest gjørligt kunnu koma aftur til gerandisdagin og arbeiði sum skjótast.

 

Vit eiga sjálvandi, at hava eina deild við serlæknum og øðrum serkønum, at taka sær av teimum sum fáa skaða í ítrótti. Long bíðitíð ber heldur ikki til í ítrótti, og kann gerast endin á einari gyltari ítróttarleið - ja, enntá yrkisleið.

 

Sambandsflokkurin og eg vilja arbeiða fyri, at fáa eina slíka deild sum skjótast - og sjálvandi er Klaksvíkar Sjúkrahús rætta staðið, tí har er endurvenjingardeildin við fysioterapi, ergoterapi o.s.fr. - harafturat hevur har javnan verið ortopedur.

 

X við Villads Bøgesvang

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur