
Viðgerðartrygd til allar føroyingar
19. august 2019
Ert tú sjúkur, skalt tú í viðgerð sum skjótast, tí alt ov ofta hava vit upplivað, at føroyingar bíða ov leingi eftir at koma í viðgerð. Long bíðitíð er ein byrða fyri sjúklingin, fyri familjuna, fyri arbeiðsplássið og fyri samfelagið.
Vit vilja tryggja, at tað ongantíð skulu ganga meira enn 30 dagar, áðrenn sjúklingur er komin í viðgerð.
Føroyingar í Danmark eru longu umfataðir av donsku við gerðartrygdini. Hesa skipan vilja vit víðka, so trygdin eisini røkkur til Føroya.
Heilsuverkið skal tí uppraðfestast. Komandi 10 árini vil Sambandsflokkurin seta 30 mió kr. í heilsuverkið fyri at tryggja øllum føroyingum viðgerðartrygdina.
Tástaðni hava vit eitt samfelag, har øll kunnu trívast og mennast.
Tí heilsan er ikki at spæla við.
Gott val.
RN
Aftur