Sjúk gerast enn sjúkari

20. august 2019



Sjúkrahúsini skulu styrkjast og starvsfólkaorkan uppraðfestast, samstundis sum arbeiðast skal við viðgerðartrygd og endurmenning.

 

Viðgerðartrygd til allar føroyingar. Eingin skal bíða i meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð.

 

Fyri stuttan upplivdi ein sjúklingur at verða innløgd akutt. Sjálv innleggingartilgongdin gekk skjótt og professionelt. Men at verða vitni til, hvussu starvsfólk eru noydd at stríðast, er ikki virðiligt fyri ein sjúkling at uppliva.

 

Sjúk, ið verða innløgd, fáa aðrar trupulleikar at dragast við, tí tað vantar starvsfólk, vánarligar fysiskar umstøður, larmur og rópan av eldri sera bangnum fólkum. Tey eru bangin og strongd vegna vætumangul og kenna seg ikki heima í fremmandum umhvørvi. Hetta kann á ongan hátt góðtakast.

 

Dagarnir gjørdust til eina sanna marru og svøvnur varð lítil vegna larm á stovuni.

Tað vóru eldru menniskjuni, ið komu frá røktarheimum, hesi komu inn at fáa intravenøsa vætu orsakað av dehydrering. Øll hesi menniskju, sum komu upp á skift vóru bangin, lógu og róptu alla náttina, tey fingu heldur ikki svøvn í eyguni, tí tey vóru so bangin.

 

Sjúkrarøktarfrøðingarnir renna runt alt samdøgnið. Tær renna alt døgnið frá stovu til stovu, frá eini sergrein til aðra sergrein, tí á B6 eru tær fleiri. Eitt nú palliativ, infektónir av øllum handa slag, maga-tarm sjúkur o.s.v. Sum sjúklingur og avvarðandi hjá sjúklingi kennist tað sum at liggja á einum almennum marknaði.

 

Fysisku rammurnar á deildini eru sera vánarligar, ein kann ikki tosa í telefon uttan at onkur hoyrir samtaluna. Tá tað er stovugongd, følist hon almenn. Hvar er trygdin fyri persónsupplysingar? Hølir eru ikki tøk á deildini til persónligar samtalur. Sjúklingar tykjast at verða proppaðir inn á deildina, óvguliga vánaligir sjúklingar verða óvirðiligt  plaseraðir á gongina. Týðuligt er, at starvsfólk ikki fylgja við mongdini av sjúklingum, ið  eru innlagdir á deildina. Innímillum tykjast starvsfólkini so sperd, at tey missa partvíst tí empastisku tilgongdina til sjúklingin, orsakað av vánaligu arbeiðsumstøðunum. Sláast skal fast, at øll røktarstarvsfólkini gera alt tað tey megna og meira afturat eisini.

 

Endin av hesari innlegging varð, at viðkomandi varð útskrivað, hóast viðgerðin ikki varð liðug.

 

Komandi dagarnir heima gjørdust ein sonn marra, merkt av trong og manglaði svøvn, skuldi helst verði innløgd aftur. Orðini áðrenn vit skiltust vóru. Vónandi verði eg ikki innløgd aftur til slík viðurskifti.

 

Skulu vit veita virðilig viðurskifti til sjúklingar og starvsfólkini, má ein týðandi uppraðfesting gerast í sjúkrahúsverkinum. Starvsfólkini eru bulurin undir einum góðum heilsuverki.

 

Við tínari hjálp, kann eg kempa fyri uppraðfesting av starvsfólkaorkuni.

 

Rósa Samuelsen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur