Vælferð - viðlíkahaldsvenjingar til sjúklingar er ein rættur!

20. august 2019



Vit hava nógvar borgarar í Føroyum, ið hava tørv á viðlíkahaldsvenjingum. Hendan tørv hava fólk við kroniskum sjúkum sum Parkinson og Sklerosu og tey, ið hava fingið seinheilaskaðar, m.a. orsakað av heilabløðing, blóðtøppi ella vanlukku.

 

Fyri at varðveita mest møguligan førleika hjá hesum og at stimbra møguleikan at klára seg sjálvan í mestan mun, hava hesir borgararnir tørv á viðlíkahaldsvenjing.

 

Sum støðan er nú, so hava almennu Føroyar ikki møguleika at bjóða hesa tænastu til borgarar millum 18 og 67 ár. Eg haldi, at Føroyar eiga at veita øllum okkara borgarum somu tænastu óheft av aldri. Við at broyta lógina og tryggja rættin til viðlíkahaldsvenjing til øll, geva vit øllum okkara borgarum møguleika til eitt betri lív.

 

Eg vil arbeiða fyri, at hesin tørvur verður nøktaður, soleiðis at vit øll kunnu siga, at Føroyar eru eitt gott samfelag at liva í.

 

Vælstandur eigur at gerast til vælferð fyri øll.

 

Frimodt Rasmussen

valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum


RN


Aftur